TIÐINDI     SOSIALURIN

Afturhvarv: Vildu stovna landsbanka í Føroyum

Fyri 50 árum síðani skrivaði Sosialurin um uppskot frá Føroya Javn­að­ar­flokki, sum var til viðgerðar á tingi, um stovnan av landsbanka í Før­oy­um til at reka alt vanligt bankayrki

 



Blaðið skrivaði soleiðis:

»Eftir hugsan Javn­að­ar­floks­ins eigur at verða stovn­aður landsbanki við tí enda­máli sum frálíður at taka við øllum banka­yrki her á landi.

Stovnsfæ bankans eigur at vera um eina millión krónur og verð­­ur útvegað við innskoti frá øll­um al­menn­um stovnum.

Virkispeningur bankans kann fá­ast til vegar á tann hátt, at all­ir grunnar hins almenna, trygg­ing­ar­gjøld, skattur, tollur, landskassalán, komm­u­nulán og annars allur al­mennu peningur veður at seta í og fara um lands­bank­an. Harafturat skulu skip, virki og sotvnar sum lands­kassin letur studning til ella veð­hel­dur fyri, hava skyldu at brúka lands­bankan í sambandi við øll teirra peningaviðurskifti.

Grunnar og stovnar sum t. d. húsa­láns­grunn­ur­in, jarð­ar­grunn­ur­in og bún­að­ar­grunnurin verða sam­skipaðir við og gerast deildir av lands­bankaum fyri harvið at spara nevnd­ar- og stjórnarútreiðslur.

Vinningur og avlop lands­bank­ans verður í fyrsta lagi at seta í lóg­á­s­ettar grunnar.  

Annars skal vinn­ing­urin nýtast í almennari tæn­astu, fyrst og fremst við tí end­a­máli at útvega lang­freist­að og ó­dýr lán, endar Javnað­ar­flokk­ur­in við­merk­ingar sínar til uppskotið um at seta á stovn lands­banka.«