Ákærdur fyri drápsroynd móti løgreglumanni

Mánakvøldið var skotbardagi í Miðvági, har ein maður skjeyt við høglbyrsu eftir løgregluni, og løgreglan svaraði aftur á sama hátt. Maðurin var í gjár fyri grundlógaravhoyr in absentia, har hann varð ákærdur fyri drápsroynd á løgreglumann

Maðurin, sum mánakvøldið varð skotin av løgregluni, varð seinnapartin í gjár til grundlógaravhoyr. Maðurin var ikki sjálvur til staðar í rættinum, tí hann var ikki førur fyri at verða fluttur av sjúkrahúsinum, og tí var bert verjin í hansara stað.

Ákærin vildi hava mannin varðhaldsfongslaðan fyri fyri drápsroynd...