21. januar 1988


– Eg vakni enn um náttina og síggi eldin fyri mær

– Líka síðan tá havi eg hugsað, hvat eg kundi havt gjørt øðrvísi, so har ikki kom eldur í, sigur 48 ára gamli Brynleif Askildsen, sum fyri 32 árum síðani kom í eina óhepna støðu, sum endaði við, at bilasølan Bilfríðkan brann í grund

Nógvir føroyingar antin minnast ella hava hoyrt um, tá bilasølan Bilfríðkan brann ein vetrardag í 1988. Allur bygningurin kolaðist upp, og tað sama gjørdi verkstaðið og eykalutagoymslan, umframt 17 bilar. Talan var um skaða fyri eitt virði á umleið 10 milliónir.

Hetta var ein dagur, sum 48 ára gamli havnarmaðurin...

21. januar 1988

Brynleif Askildsen stendur her við Velbastaðvegin og hyggar at tí, sum einaferð var Bilfríðkan (Mynd: Álvur Haraldsen)

Brynleif hevur í nógv ár havt egið verkstað

17 bilar kolaðust upp og allur bygningurin oyðilegðist 21. januar 1988