– Vit ynskja at fáa eina heildarætlan fyri útbygging langt fram í tíðina, og tá hugsa vit tey næstu umleið 20-50 árini, sigur Regin I Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn (Mynd: Álvur Haraldsen)


Farstøðin í Vágum skal verða minst tvífalt so stór

– Vit vænta, at einaferð í framtíðini fara ein millión ferðafólk at ferðast um flogvøllin um árið. Vit mugu hugsa langt fram í tíðina, so at ikki verður neyðugt at byggja út sætta hvørt ár, sigur Regin I. Jakobsen, nýsettur stjóri á Flogvøllinum í Vágum. Hann er farin aftur á eitt arbeiðspláss, har leiðslan ikki vildi hava hann fyri sjey árum síðani

– Mær dámdi væl á flogvøllinum, og nú møguleikin var, valdi eg at søkja. Eg eri ógvuliga glaður fyri at vera aftur her, sigur Regin I Jakobsen.

Nýggi stjórin er komin aftur á eitt arbeiðspláss, sum hann kennir sera væl. Frá 2008 til 2013 var hann fíggjarleiðari í Vága Floghavn, og hann var við til at leggja...

– Vit ynskja at fáa eina heildarætlan fyri útbygging langt fram í tíðina, og tá hugsa vit tey næstu umleið 20-50 árini, sigur Regin I Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn (Mynd: Álvur Haraldsen)