TIÐINDI     SOSIALURIN

FO-ráðið strikar økisnavn hjá heimasíðu

FO-ráðið góðtekur ikki virksemið inni á archive.fo, sum er ein heimasíða, ið goymir løtumyndir av øðrum heimasíðum. Eigarin av umtalaðu síðuni skilir ikki grundgevingina hjá FO-ráðnum

Soleiðis sær archive.today heimasíðan út



FO-ráðið (nic.fo) hevur ábyrgdina av umsiting og nýtslu av .fo landøkinum á internetinum, og tað skal nógv til, áðrenn FO-ráðið velur at strika eitt økisnavn til eina heimasíðu. 

Men seinastu vikuna hevur tógvið stríð verið millum FO-ráðið og eina heimasíðu, sum kallar seg Archive.today, sum hevur brúkt føroyska økisnavnið - altso archive.fo. FO-ráðið hevur nevniliga hótt eigaran á síðuni við at strika økisnavnið, soleiðis at viðkomandi missir rættin til archive.fo. 

Goymir myndir av heimasíðum

Men hvat er hetta Archive yvirhøvur fyri nakað? Archive.today er í stuttum eitt talgilt skjalasavn, sum goymir løtumyndir av heimasíðum. Hetta er hent at brúka, um man vil hava eitt minni um onkra síðu ella heldur, at onkur kann finna upp á broyta innihaldið. Øll kunnu biðja archive.today taka eina mynd av eini síðu, og archive.today tekur onga ábyrgd av, hvat brúkararnir taka myndir av.

 

Hendan síðan hevur so brúkt føroyska økisnavnið .fo - altso archive.fo sum eitt stað at halda síðuna í lívi. Altso ein útgáva av upprunaligu síðuni hevur ligið á føroysku síðuni - hetta kallast eisini "mirror".

 

Ólógligt virksemi

Men FO-ráðið hevur funnið útav, at okkurt ólógligt og ópassandi innihald er á hesari síðuni, sum hevur brúkt føroyska økisnavnið. Tí gav FO-ráðið eina skrivliga fráboðan í telduposti til eigaran av Archive.today, har sagt varð, at FO-ráðið hevur gjørt av at strika økisnavnið archive.fo.

 

Grundgevingin er: “a high level of abuse activity reported related to content found under the domain” - altso nógv misnýtsluinnihald er funnið á síðuni.

 

Í teldupostinum heitti FO-ráðið á eigaran um at lesa treytirnar fyri at brúka føroyska økisnavnið. FO-ráðið ger at enda greitt, at um ein nóg góð grundgeving um, hví archive.fo skal sleppa at halda fram, ikki verður latin ráðnum áðrenn 1. november, verður archive.fo síðan strikað.

Hetta vita vit, tí Archive.today legði eina dagføring út á sosiala miðilin Twitter, har skermmyndir av samskiftinum við FO-ráðið vóru viðheftar. 

- Onkur hevur lumpað tykkum

Men grundgevingina um ólógligt virksemi keypir eigarin av Archive.today ikki. Viðkomandi sigur í svari til FO-ráðið, at hann roknar við, at FO-ráðið er blivið lumpað av einum internettrølli, sum vil archive.today ilt. 

Eigarin sigur, at tað slepst ikki undan, at okkurt ólógligt innihald møguliga er á síðuni, nettupp tí at ein og hvør kann leggja innihald inn á síðuna. Hann samanber við aðrar síður við brúkara-aktiviteti sum Twitter, har ein og hvør eisini kann leggja ólógligt innihald út. Eigarin leggur dent á, at um okkurt ólógligt verður fráboðað, so verður tað strikað, og archive.today hevur samband við løgfrøðiligar myndugleikar. 

Reglugerðin

Í galdandi reglugerð hjá FO-ráðnum stendur einki um, at FO-ráðið hevur heimild at strika eitt økisnavn vegna ólógligt virksemi.

Har stendur bara skrivað um ávaringar í sambandi við gjaldsviðurskifti og tøkniliga misrøkt. aftrat stendur, at "FO-ráðið ábyrgdast ikki fyri nýtsluni hjá brúkaranum av økisnavninum ella fyri innihaldið á eini møguligari heimasíðu. Tað er brúkarin, sum hevur ábyrgdina av at tryggja sær, at skráseting av økisnavni ikki er í stríð við føroyska lóggávu og rættin hjá triðja manni."

Tí eru tað fleiri, ið hava skriðað sær í nakkanum um framferina hjá FO-ráðnum í hesum málinum við archive.fo.

Sosialurin hevur roynt at sett seg í samband við FO-ráðið fyri at fáa greiðu á, hvat vendir upp og niður í hesum málinum.

- FO Ráðið gevur ikki innilit í einstøk mál hjá kundum okkara. Eitt økisnavn verður bert strikað, tá ið - ella um ein rættaravgerð fyriliggur, sigur umsitingin hjá FO-ráðnum.

Soleiðis sær archive.today heimasíðan út