- Føroyahúsið hevur fylt alt hjá mær

- Hølini vóru gomul og niðurslitin uppá allar mátar. Tí var tað neyðugt at umvæla hølini, so tey kunnu liva upp til dagsins krøv í sambandi við tiltøk og annað virksemi, sigur Hans Petur í Brekkunum, sum í næstum fer frá sum leiðari í Føroyahúsinum eftir 12 ár

Seinastu 12 árini hevur Hans Petur í Brekkunum staðið á odda fyri virkseminum í Føroyahúsinum, sum er á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Men nú takkar hann fyri seg sum leiðari fyri heldur at leita eftir nýggjum avbjóðingum.

Í hesum sambandi varð skipað fyri almennari móttøku í Føroyahúsinum leygardagin. Nógv fólk...