Føroyar klárar til stóru framleiðslurnar

Stórir møguleikar eru fyri føroyskari filmsvinnu, og áhugin uttanlands fyri føroyskari filmsframleiðslu veksur. Men filmsvinnan fer ikki at vaksa av sær sjálvari, og tí er neyðugt at viljin - og eisini fíggjarligi stuðulin - frá almennu Føroyum verður sterkari. Tað heldur Jón Hammer, ið er ein teirra, ið hevur tikið djørvu avgerðina at stovna egið filmsframleiðslufelag í Føroyum

Kykmyndir

Jón Hammer stovnaði Kykmyndir í 2017, meðan hann framvegis búði í Danmark. Tað tekur tíð at framleiða film, og tískil er einki liðugt framleitt enn, men fleiri verkætlanir liggja í stoypiskeiðini hjá Kykmyndum.

 

– Eg stovnaði felagið, tí eg hevði verið við til at framleiða fleiri føroyskar stuttfilmar...