Frá Agurk til Berlinale

Føroysk filmsframleiðsla og filmslist hevur flutt seg rættiliga nógv seinastu 15 árini. Hóast nógv er hent frá tíðini við Agurk sendingunum í Kringvarpinum til nú, so manglar enn seinasta strekkið, áðrenn føroysk filmsvinna er komin á nøktandi støði

Jan Berg Jørgensen, sum nú situr sum formaður fyri stýrinum í Filmshúsinum, hevur fingist við film so at siga síðan hann kom aftur til Føroyar, og hevur eisini verið partur av menningini av føroyskari filmslist og filmsvinnu seinastu árini.

Tað hevur verið rættiligur framburður innan føroyska filmslist, heldur...