- Frágreiðingin gevur skeiva mynd av Jekaragøtu

Heðin Lamhauge, sum er stjóri í Firmport, og sum eisini varar av húsunum í Jekaragøtu, heldur ikki, at frágreiðingin hjá fakfeløgunum hevur málað eina rættvísa mynd av umstøðunum í umstríddu húsunum í Jekaragøtu.

At velja sær út nøkur ávís ting, ið ikki eru eins góð og hini, gevur ikki eina rættvísa mynd búviðurskiftunum, heldur Heðin Lamhauge, sum beinanvegin er uppsettur at fáa nøkur fakta á borðið.

- Har eru tilsamans 24 kømur, har helvtin er einkultkømur, og hin helvtin er dupultkømur. Samlaða støddin er 800m2, sum er...