TIÐINDI     SOSIALURIN

Greiðar mannagongdir tá skottilburðir eru

- Grundleggjandi er tað ikki munur á, hvussu tílík mál verða viðgjørd, líka mikið um tað er um ein politist ella ein borgara. Tað er tó skerpað, tá tað verður skotið eftir onkrum í almennari tænastu, og hesum er politiið ein partur av, sigur Steen Nørskov sjefpolitiinspektørur



Politiið í Føroyum hevur greiðar mannagongdir fyri, hvussu mann fyriheldur seg til skottilburðir. Mannagongdirnar snúgva seg bæði um, tá politiið skjýtur, og tá tað verður skotið eftir politinum. Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur, greiðir soleiðis frá:

- Um politiið brúkar vápn, so er tað regulerað í, nær vit mugu brúka valdstól í ymsum løgum. Tað lægsta lagið er handamegi og tað ultimativa lagið er skotvápn. So hava vit eisini handjørn, piparspray og stav. Hetta fyrihalda vit okkum sjálvandi til, sigur Steen Nørskov.

Tá løgreglan brúkar vápn, fær Ríkispolitiið í Danmark altíð boð um hetta, og tað ger tað eisini í hesum førinum. 

- Ríkispolitiið hevur eitt yvirlit, sum er galdandi fyri donsk løgregludømi um hvussu nógvir tilbuðir eru, har valdstól eru brúkt, og Ríkispolitiið dagførir hagtøl um hetta, greiðir Steen Nørskov frá.

Tá politistar verða skotnir

Hetta var innanhýsis parturin við skottilburðum, men hin parturin er, tá tað verður skotið eftir politinum, eins og tað bleiv í Miðvági her fyri.

- Grundleggjandi er tað ikki munur á, hvussu tílík mál verða viðgjørd, um tað er um ein politistur ella ein borgari. Hetta inngongur í einari revsimálsviðgerð, líka sum tá tað verður skotið eftir øllum øðrum borgarum. Tað er tó skerpað, tá tað er eftir onkrum í almennari tænastu, og hesum er politiið ein partur av. Tað er paragraf 119 í straffilógini, sum regulerar harðskap móti tænastumanni. Hetta er sjálvandi tí, at samfelagið sigur, at teir almennu persónar, sum eru settir at røkta eina almenna uppgávu, skulu hava eina serliga verju, fortelur Steen Nørskov.

Kanningararbeiðið enn í gongd

- So vítt eg veit, er hetta fyrstu ferð, politiið hevur skotið og rakt ein persón, sigur Steen Nørskøv.

Í sambandi við skottilburðin í Miðvági, tá ein politistur skjeyt ein mann, sum eisini skjeyt ein politist, er kanningararbeiðið í gongd, og politifólk og rætsmedisinari eru komin úr Danmark at hjálpa til við kanningararbeiðnum. Men vit fáa ikki at vita, hvussu tað gongur við kanningararbeiðnum.

- Málið verður enn kannað, og tað er tað einasta, eg kann siga í núverandi løtu. Eg fái ikki sagt meira um tað ítøkiliga málið, sigur Steen Nørskov.

Í Danmark hava tey Den uafhængige politiklagemyndighed, sum er ein myndugleiki, sum kannar politimál. Men hetta er ikki galdandi í Føroyum.

- Tað er fastlagt í núverandi donsku rættarlógini, og hendan rættarlógin er ikki galdandi í Føroyum, fortelur Steen Nørskov.