TIÐINDI     SOSIALURIN

Hetta er ikki fyrsti skottilburðurin í Føroyum

Vit hava verið í arkivinum og funnið fram til nakrar skottilburðir í Føroyum gjøgnum árini

Gomul mynd úr Sosialinum mai ár 2000 í sambandi við skottilburð í Klaksvík



Tað er ikki ofta, at skotið verður við byrsu í Føroyum, soleiðis at vandi kann vera á ferð. Men tað er komið fyri nakrar ferðir, og í summum førum hevur meira vandi verið á ferð enn aðrarferðir. 

Í Vikuskiftis Sosialinum hava vit eitt tema um skottilburðir í Føroyum í sambandi við ógvusligu hendingina í Miðvági fyri fáum døgum síðani.

Vit endurgeva her nakrar av skottilburðunum í Føroyum seinastu árini.  

Við byrsu til Ørðavíkar

Hin 6. mai í 2012 skjeyt ein 21 ára gamal maður við byrsu í Suðuroynni.

Ungi maðurin koyrdi í bili til Vágs, har hann við einari byrstu skjeyt nøkur skot upp í luftina. Síðani gekk leiðin til Ørðavíkar og inn í gistingarhúsið har. Maðurin skjeyt ígjøgnum eitt vindeyga, og síðani setti hann eld á eina sofu, sum elvdi til størri eldsbruna. Politiið var tá á staðnum, men helt eina frástøðu, tí teir vistu ikki, um maðurin framvegis var vápnaður.

Síðani fór maðurin í bilin aftur og koyrdi móti Krambatanga. Politiið koyrdi aftaná og royndi at forða honum at koyra víðari, og tá komið var til havnalagið á Tvøroyri eydnaðist at fáa mannin lagdan í hondjørn. Maðurin var skuldsettur fyri drápsroynd, tí hann hevði skotið móti einum politibili í Ørðavík við fólki í. Sjálvur segði maðurin, at hann skjeyt upp í luftina. Tað kom eisini fram frá politinum, at maðurin hevði ringt til 112 úr Vági og sagt, at hansara missión var at skjóta 60 fólk.

Maðurin varð dømdur hálvt annað ára fongsulsrevsing fyri eldáseting, fyri at hava skotið og skotið móti politibilinum, fyri skaðarnar, hann gjørdi og fyri at hava koyrt fullur. Dómarin valdi at gera restina av dóminum treytaðan. Hann hevði sitið í varðhaldinum í góðar fimm mánaðir, og hesir vórðu drignir frá dóminum.

Breyt vápnalógina um náttina

Í august 2011 var ein 42 ára gamal maður dømdur fyri at stinga fútan í lærið við einum knívi.

Sami maður var eisini ákærdur fyri at hava brotið vápnalógina, fyri at hava hótt og skotið eina náttina í 2009 við línubátin Váðastein, sum lá við bryggju.

Maðurin hevði verið í býnum eitt kvøldi, og á einum vertshúsi kom hann at tosa við eina kvinnu, sum gramdi seg um, at hon ikki fekk frið fyri fyrrverandi vinmanni sínum. Hann var eisini har. Tann ákærdi og hin fóru upp at skeldast. Tá vertshúsið lat aftur, fór tann ákærdi saman við øðrum heim til sín. Tað eydnaðist honum at finna útav, hvar hin maðurin var, og uttan at nakar av gestunum varnaðist, hevði hann tikið eina avsagaða byrsu og fór oman til skipið, har hin maðurin var umborð. Menninir báðir høvdu í rættinum heilt somu frágreiðing um, hvat var hent. Eitt vitni segði sum tann ákærdi, at skotið varð ikki móti manninum umborð, men út á sjógv og upp í luftina.

Skjeyt eftir politinum í Havn

Á sumri í 2002 skjeyt ein 39 ára gamal maður eftir politinum við Sundsvegin í Havn.

Tað var ikki talan um nakran skaða. Rætturin valdi at geva manninum ein sokallaðan kombineraðan dóm, sum merkti, at hann skuldi sita inni í tríggjar mánaðar, meðan fýra mánaðir blivu treytaðir. Hetta var ein heldur óvanlig avgerð, og afturfyri skuldi maðurin hava hjálp frá fakfólki viðíkjandi alkoholmisnýtslu og hjálp við sosialum og psykiskum trupulleikum.

Skjeyt við byrsu inn í eini hús í Hoyvík

Í september 2017 varð ein maður tikin fyri at skjóta við byrsu í Hoyvík.

Maðurin skjeyt ígjøgnum ein rút í einum sethúsum, og skotið rakti veggin við vindeygað. Fólk var inni, men eingin varð raktur av skotinum.

Ein hoyvíkingur hevði ringt til løgregluna og boðaði frá byrsuskotinum. Tá løgreglan kom á staðið, sóu tey ein mann ganga við byrsu, og tey fingu hana frá honum. Maðurin var rættiliga ávirkaður, og hann varð tikin á støðina. Maðurin játtaði at hava skotið, og hann hevði vápnaprógv. Ongar ábendingar vóru um, at hann royndi at raka nakran. Maðurin bleiv skuldsettur fyri brot á vápnalógina og politiviðtøkuna og fyri at hava sett lív og heilsu hjá øðrum í váða av grovum fyrilitarloysi.

Maður raktur av høglum í Klaksvík

Hin 4. oktober í ár varð ein maður meldaður fyri at hava skotið við byrsu alt ov nær landið.

Tveir manns í ávikavist 30-unum og 40-unum vóru farnir við báti at skjóta fugl millum Klaksvík og Ánirnar. Men tað varð skotið so nær landið, at tá ið høglini stukku upp úr sjónum, hoyrdu fólk tey koma í hús. Og ein maður, sum arbeiddi á kaiini, varð raktur av høglum. Talan var ikki um nakran skaða, og hann kom væl frá tí, men málið endaði í rættinum.

Trý gomul drápsmál

Í 1980'unum vóru tveir ógvusligir skottilburðir, sum høvdu við sær, at tvær kvinnur doyðu, og í 1967 varð ein norsk kvinna skotin.

Í 1967 varð ein 22 ára gomul norsk kvinna, búsitandi í Havn, dripin við skoti av fyrrverandi unnusta sínum, sum var ein 23 ára gamal føroyingur. Drápsgrundin tykist at hava verið øvundsjúka, har maðurin skjeyt seg sjálvan eftir drápið og læt eftir seg skilnaðarbræv.

 Í 1984 varð ein grønlendsk kvinna skotin og dripin av unnusta sínum uttan fyri húsini í Kollafirði. Kvinnan sat í bilinum, og maðurin fór inn eftir byrsuni og skeyt hana. 

Fýra ár seinni, í 1988, skjeyt ein ungur maður á Tvøroyri unnustu sína við byrsu. Málið varð viðgjørt sum eitt sonevnt øvundsjúkumorð.

Gomul mynd úr Sosialinum mai ár 2000 í sambandi við skottilburð í Klaksvík