TIÐINDI     SOSIALURIN

- Øll skulu føla seg heima í Føroyahúsinum

- Tað er týdningarmikið, at vit lata dyrnar upp og bjóða okkara mentan fram, sigur nýggi leiðarin í Føroyahúsinum, Sissal Kampmann

Sissal Kampmann saman við Heina Davidsen, sum hevur gingið nógv í Føroyahúsinum seinastu nógvu árini



Nýggi leiðarin í Føroyahúsinum eitur Sissal Kampmann, sum vit kenna sum eitt nú yrkjara og fjølmiðlafólk. Hon byrjaði í leiðarastarvinum 1. august og er somuleiðis fyrsti kvinnuligi leiðarin í søguni hjá Føroyahúsinum.

Sjálv hevur Sissal Kampmann nógv fótaspor í Føroyahúsinum, og hon hevur roynt seg í næstan øllum leiklutum har. Hon hevur bæði gjørt mat, serverað, vaskað upp og vaskað gólv, skipað fyri tiltøkum og enntá verið lærari á føroyska skúlanum.

Hennara tilknýtið til húsið er sostatt sera sterkt, og hon er ein av fleiri, ið umtala Føroyahúsið sum tað bláa húsið.

- Bláa húsið er onkursvegna mítt annað heim, og eg eri nakað so góð við tað. Hetta er eitt sera litríkt stað bæði viðvíkjandi týpum og aldursbólkum, sigur Sissal Kampmann, sum nú er flutt aftur til Keypannahavnar eftir fýra ár í Føroyum.

- Tað perfekta starvið fyri meg

Hóast nógv fótaspor og initiativir í Føroyahúsinum so hevur Sissal Kampmann ongantíð roynt at verið aftan fyri leiktjøldini - inntil nú.

- Júst hetta var eg eitt sindur ørkymlað um, tá eg søkti starvið, tí fyrisiting er ikki nakað, eg havi verið so køn í. Men við tí góða baklandinum her í Føroyahúsinum, so ivist eg ikki í, at eg skjótt fari at læra tað, sigur nýggi leiðarin.

- Aftan á at hava umhugsað hetta, varð eg sannførd um, at hetta var tað perfekta starvið fyri meg. Tí gjørdi eg av at senda eina umsókn avstað, tó uttan yvirhøvur at vænta, at eg fór at fáa tað.

Føroyahúsið sum vit kenna tað

Føroyahúsið er júst høvuðsumvælt, so nú er endiliga klárt at fara í gongd við dagliga virksemið í bláa húsinum á Vesturbrúgv aftur.

- Alt fer sjálvandi at halda fram akkurát, sum tað hevur gjørt. Tað skal vera pláss fyri týsdagsdøgurðum, teirri siðbundnu mentanini og øllum hinum, sum er farið fram her seinastu nógvu árini, vissar Sissal Kampmann fyri.

- Har eru nøkur fólk, sum eru knýtt at húsinum, sum eiga lívið í tí, sigur hon og sipar eitt nú til Heina Davidsen og Virgar T. Dalgsgaard.

- Teir persónarnar kann mann ikki klára seg uttan, bæði so og so. Teir hava so nógva vitan og duga at seta ting í verk, sum teir hava gjørt so ofta áður, sigur Sissal Kampmann.

- Men tað týdningarmesta er, at raksturin er sunnur, og at botnlinjan er svørt og ikki reyð. Tískil eru vit noydd at halda fast í teimum útvortis leiðarunum, sum hava tryggjað ein støðugan búskap, sigur hon. 

- Fólk skulu brúka húsið

Stóra ynskið hjá Sissal Kampmann fyri framtíðina er at fáa fólk í øllum aldrum at føla, at Føroyahúsið er teirra hús. Hon heldur tað vera spell, um tey fínu hølini á bestu adressu í Keypmannahavn standa hálvgum tóm í staðin fyri at vera gagnnýt til fulnar.

- Tað er av stórum týdningi, at øll føla seg heima her og føla, at húsið er teirra. Fólk skulu vita, at tað er møguligt at útfolda seg her og brúka hølini, sigur hon og vísir á nøkur dømi, hvussu húsið kann brúkast sum eitt kreativt verkstað. 

- Um tú skalt skriva eina uppgávu, ert tú altíð vælkomin her at skriva, og tað sama um tú hevur tørv á at leggja eitt manuskript á 100 síður niður á eitt stórt gólv fyri at fáa yvirlit. Ella um tú skalt hava ein fund ella tiltak, ella royna eina konsert ella listainstallatión, sigur Sissal Kampmann.

Vil bjóða føroysku mentanina fram

Eitt annað, sum Sissal Kampmann ætlar at leggja seg eftir komandi tíðina, er at brúka Føroyahúsið til at bloyta upp uppá nakrar fordómar hjá dønum og øðrum um Føroyar.

- Eg haldi, tað er týdningarmikið, at vit lata dyrnar upp og bjóða okkara mentan fram og bjóða øðrum inn í okkara mentan. Tað finnast nógvir Føroyavinir og onnur fólk, ið eru áhugað í Føroyum sum tjóð og mentan, sum ivaleyst vilja støkka inn á gólvið.

Sissal Kampmann sigur, at vit føroyingar kunnu brúka húsið til at vísa á, hvørji vit eru, hvat vit kunnu, og hvat vit standa fyri.

- Kanska fólk so byrja at skilja, at vit ikki bara eru sovorðni blóðtyst grindadrápsfólk, sum eta turran fisk og hvørki hava internet ella farvegir, flennir Sissal Kampmann við einum glimti í eyganum.

- Hans Petur dugir at taka avgerðir

Sum leiðari í Føroyahúsinum eru tað nógv ting, sum Sissal skal seta seg inn í. Tí er fráfarandi leiðarin, Hans Petur í Brekkunum, enn til staðar og leggur lag á. Men í næsta mánað takkar hann fyri seg, og tá skal Sissal Kampmann standa heilt á egnum beinum í leiðarasessinum.

Tey bæði kennast væl frammanundan, tí Hans Petur var leiðari hjá Sissal í sjey ár, meðan hon arbeiddi í Føroyahúsinum fyri nøkrum árum síðani.

- Eg havi stóra virðing fyri honum og havi ofta beundrað hansara evnir at taka skjótar avgerðir. Hjá honum er tað antin ja ella nei, sigur Sissal Kampann.

Sissal skal læra av feilunum

Hans Petur hevur gjørt Sissal greitt, at hon fer at gera nógvar feilir, og at feilirnir eru neyðugir, tí tað er feilunum, hon kemur at læra av.

- Eg eri persónliga rættiliga bangin fyri at gera feilir, men so leingi eg ikki koyri húsið á heysin, so skal tað nokk vera við til at menna meg sum persón og leiðara. Mann er jú noyddur til at fáa vaccinir fyri barnasjúkur, sjálvt um mann er vaksin, sigur hon skemtandi.

- Tað er øgiliga diplomatiskt at vera ærligur um tað, so tað er gott, at hann hevur sagt tað uppá tann mátan, sigur Sissal Kampmann, sum gleðir seg til komandi tíðina í Føroyahúsinum.

Sí myndir frá móttøkuni í Føroyahúsinum leygardagin her:

##ms##

Les eisini: Føroyahúsið hevur fylt alt hjá mær

Sissal Kampmann saman við Heina Davidsen, sum hevur gingið nógv í Føroyahúsinum seinastu nógvu árini