TIÐINDI     SOSIALURIN

Politisku ungmannafeløgini gott rekruteringstól

Ásannast má, at talan gjørdist um eitt serligt løgtingsval farna vikuskifti. Síðani heimastýrislógin varð sett í gildi, hevur løgtingið havt 14 løgtingsfólk, ið hava verið yngri enn 30, og fýra teirra sita nú samstundis á tingi.



Hallbera West, doktari í politiskari vísind á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, heldur, at tað er torført at siga, hví ungu valevnini fingu so góða undirtøku júst hesaferð. Men styrkt ungmannafeløg kunnu hava havt sín leiklut at spæla.

 

- Hví tað eru so nógv ung tingfólk júst hesaferð er ringt at siga nakað vístum. Tað kann vera torført at vita, um talan er um eina einstaka tilvildarliga hending ella eitt serligt fyribrigdi. Men politisku flokkarnir sum heild eru sera týdningarmiklir, tá tú tosar um rekrutering og uppaling av politikkarum. Og tað sigur seg sjálvt, at politisku ungmannafeløgini kunnu hava havt ein leiklut her. Eisini kann tað hugsast, at ungmannafeløgini eru góð til at mobilisera og skapa áhuga millum veljarar fyri ungum valevnum.

Ungmannafeløgini hava við árunum fingið ein sjónligari leiklut at spæla, enn tey høvdu fyrr, og hetta kann hava ávirkan á tey ungu valevnini, ið soleiðis standa sterkari sum valevni.

- Fert tú nøkur ár aftur, so vóru ungmannafeløgini øgiliga fráverandi, tey vóru næstan ikki-eksisterandi. Tað er týðiligt, at tey eru vorðin ein sjónligur og týdningarmikil partur av flokkunum.

Hetta hevur við sær, at ungmannafeløgini eru kanska góð til at ítaluseta ting og viðurskifti, sum viðurkoma teimum ungu, og harvið verður rekruteringin av teimum ungu valevnunum eisini betri, heldur Hallbera West.

 

Eitt eindømi sigur ikki nógv

Tað ber tó ikki til at siga, um hvørt talan er um ein framatrættaðan trend, ella um hvat valið hesaferð hevur at siga, tí sum er, er talan um eitt eindømi, og tað ber ikki til at gera niðurstøður út frá tí, heldur Hallbera West, sum vísir á, at tað avhongur eisini av, um hvørt politisku ungmannafeløgini vera verðandi sjónlig og sterk.

- Um tú vísir, at tú klárar at mobilisera veljarar, so merkir tað eisini, at tú hevur meira ávirkan á dagsskránna-  bæði í politikki og hjá flokkunum. Men tað kemur jú eisini an uppá, um ungmannafeløgini megna at halda á við tí ella ikki.

 

- Politikkarar orientera seg altíð eftir hvat upptekur ella ávirkar veljarar. Men vit granska slettis ikki í veljaraatferð í Føroyum. Men teoretiskt vita vit, at politikkarar orientera seg øgiliga kraftigt í mun til hvat rørir seg millum veljarar. Og tað kann vera, at ungmannafeløgini hava nokk so gott fatur á ungu veljarunum, og at tey duga væl at aktivera og mobilisera teir.

 

Allarhelst eingir landsstýrissessir fyribils

Hallbera West leggur dent á, at tá tosað verður um formanssessir og landsstýrissessir, so er atkvøðutal ein faktorur, men tað er bert ein faktorur av fleiri. Sostatt er óvist, um vit frameftir fara at síggja ung fólk í landsstýrinum, hóast tey fáa dygga undirtøku á valdegnum.

- Tey fólkini, sum fara út í landsstýrið eru vanliga etablerað í flokkinum. Tað er óvanligt, at fólk sum fyrstu ferð verða vald inn á løgting enda í landsstýrinum. Vit hava eina parliamentariska skipan, har styrkin er í, at tú verður uppvandur í politiska arbeiðinum gjøgnum flokkarnar, til dømis við at hava sitið í tinginum, áðrenn tú gerst landsstýrisfólk.

 

- Tað verður ofta hildið at vera ein veikleiki, at fólk gerast landsstýrisfólk, um tey ongar parliamentariskar royndir hava, tí tey duga ikki arbeiðshættirnir sum óroynd. Tað er undranarvert, um nýggj tingfólk enda úti í landsstýrinum. Men tað hendir viðhvørt, og fólk kunnu altíð yvirraska, tað vita vit, sigur Hallbera West.