Sat í regninum í tríggjar tímar

Tað er ikki altíð greitt, hvør eigur ábyrgdina av teimum, ið detta niður ímillum í samfelagnum. Ein maður sat avdottin í regninum mikudagin, og hóast fleiri borgarar boðaðu løgregluni og sjúkraflutningstænastuni frá, slapp maðurin at sita úti í tríggjar tímar

Ein borgari í Havn gjørdist fyrradagin rættiliga skelkaður av framferðini hjá løgregluni og sjúkraflutningstænastuni, tá hann gjørdi vart við, at ein maður var rættiliga illa fyri í regninum í miðbýnum í Havn.

Borgarin, sum vil vera ónevndur, sigur, at hann visti, hvør maðurin var. Maðurin hevði fingið ov nógv at...