Tað sum byrjaði í skemti er nú dreymurin

– Eg minnist, fyrstu ferð, sangurin "Tann fittasta" varð spældur í útvarpinum. Eg jublaði og fekk ikki smílið vekk aftur, so glaður eg var, sigur 26 ára gamli Ingi Poulsen, sum seinastu trý árini hevur ríkað føroyska sangskattin við sínum fangandi sangum á suðuroyarmáli

Ingi Poulsen telist millum absolutt heitastu sangararnar í landinum í løtuni. Men spyrt tú hann, so er hetta ikki nakað, hann hevði væntað fyri góðum trimum árum síðani.

– Tað byrjaði til stuttleika, og eg visti ongantíð, hvat tað fór at blíva til, tá eg byrjaði. Men við tíðini er tað blivið meira og meira...