TIÐINDI     SOSIALURIN

Tí fór løgreglan at bera vápn



Í dag halda vit tað kanska vera sjálvsagt, at hvørt løgreglufólk gongur við pistól. Tað hevur ikki altíð verið so, men tað ber ikki til at siga, júst nær pistólin er vorðin fastur partur av løgreglubúnanum.

 

Steen Nørskov, chefpolitiinspektørur, vísir á, at Hjartvard E. Skálagarð skrivar í Politi í Føroyum fyrr og nú, at løgreglan í Føroyum hevur altíð havt atgongd til skotvápn.

 

Danska løgreglan hevur eisini altíð havt atgongd til skotvápn, men tað er ikki fyrr enn í 1965, at danska løgreglan fór at ganga við tænastupistól sum fastur partur av løgregluútbúnaðinum.

 

Orsøkin handan broytingina er at finna náttina millum 17. og 18. september í 1965 í Keypmannahavn.

Palle Sørensen og ein vinmaður hansara høvdu framt eina røð av innbrotum, og ein løgreglubilur steðgar teimum í stolnum bili á Amager Strandvej. Palle Sørensen hevði eina pistól í bilinum, sum hann brúkti móti báðum løgreglumonnunum og drap báðar.

Vinmaðurin stakk av, men Palle Sørensen koyrdi víðari inn móti býnum, har hann enn einaferð varð steðgaður av einum løgreglubili, hesaferð á Vermlandsgade. Eins og á Amager Strandvej skjeyt Palle Sørensen báðar løgreglumenninar.

Palle Sørensen hevði tilsamans skotið 15 skot hesa náttina, og 12 teirra høvdu rakt teir fýra løgreglumenninar.

Eftir hetta gjørdist krav, at løgreglufólk skuldu hava pistól uppi á sær, hvørja fer tey fóru út á patrulju.

Tað er tó nógv, ið bendir á, at kravið um pistól hevur ikki verið fylgt heilt og fult. Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, heldur, at tað var einaferð fyrst í 80'unum, at løgreglan í Føroyum hevði sum fastan tátt at krøkja pistólina í beltið, áðrenn farið varð útum.

Hetta elvdi til bæði øsing og kjak í Føroyum, men hetta hevði hóast alt verið krav í kongaríkinum í nógv ár.

Tað var bert eitt úrslit av áhaldandi áminningum frá ríkispolitichefinum um at stramma upp, at pistólin at enda hevði sítt fasta pláss við mjadnarnar heldur enn í viðførisrúminum í løgreglubilinum ella í skápinum á løgreglustøðini.

Saman við pistólini eru eisini piparspray, løgreglastavur og hondjørn fastur partur av løgreglubúnanum.