Tunlarnir ov treingir til tekniskan útbúnað

Ein hending í farnu viku vísti á trygdartrupulleikarnar í tunlunum norður um Fjall enn einaferð. Einki telefonsamband fekst í tunlinum, tá roykur brádliga stóðst úr einum skúlabussi. Landsverk vísir hinvegin á, at tað var greitt longu frá byrjan, at telefonsambandið fór ikki at vera uttan trupulleikar, og at tunlarnir eru ov lítlir til at gera størri tekniskar installatiónir

Tað vakti ans, tá ein støða tók seg upp í farnu viku í tunlunum Norður um fjall, ið aftur setti sjóneykuna á trygdina í tunlunum.

 

Á Facebook greiddi Irdi Jacobsen frá, at roykur kom úr skúlabussinum, meðan bussurin var í øðrum tunlinum, og at førarin varð tí noyddur at koyra bussin inn í eitt víkipláss, har...