Vilja ikki fáast við fullar menn

Tað vísir seg at vera ein afturvendandi trupulleiki, at løgreglan og alarmsentralurin ikki hava hug at fáast við fullar og avdotnar menn, ið eru til ampa fyri bæði seg sjálvar og onnur. Feskasta dømið er frá fríggjakvøldinum, tá ein fullur maður lá í vegjaðaranum í Vatnsoyrum

Í farnu viku skrivaði Sosialurin um ein mann, ið lá avdottin í tríggjar tímar í regninum í miðbýnum í Havn, áðrenn sjúkraflutningstænastan kom eftir manninum. Ein maður hevði ringt til bæði løgregluna og sjúkraflutningstænastuna, og hvørgin teirra vildi kennast við, at maðurin var teirra trupulleiki.

Síðani tað...