– Vit hava rakt eitt ísfjall

Tilverugrundarlagið er togað undan, og gistingarvinnan í Føroyum er í løtuni í fríum falli. Fólk eru farin at avlýsa gistingar í Føroyum, og í løtuni er so at siga einki virksemi, sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia

- Vit hava rakt eitt ísfjall, og vit vita ikki, hvat umfangið av hesum er enn.

Soleiðis sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia og nýggja Hotel Brandan, sum eftir ætlan skuldi lata upp fyrst í mei mánaða.

Covid-19 kreppan er av álvara farin at gera um seg í ferðavinnuni, og støðan hjá Hotel Hafnia er...