TIÐINDI     SOSIALURIN

Vit svíkja børnini við skeivari raðfesting

– Eg haldi, at vit ofta svíkja okkara børn, tí vit raðfesta týdningarleys ting, sigur 22 ára gamla Victoria Neshamar úr Klaksvík, sum saman við manni sínum Karstin, hevur tikið ta umstríddu avgerð at sonur teirra ikki skal á stovn



Feministar hveppast við, og námsfrøðingar rista við høvdinum. Men 22 ára gamla Victoria Neshamar hevur sínar egnu hugsanir og sannføringar, tá tað snýr seg um familjuraðfestingar í dagsins samfelag. Hon fylgir ikki streyminum, og hon vil av øllum alvi gera sítt til at liva í tráð við egnu sannføring.

 

Vicoria og Karstin Neshamar úr Klaksvík vóru ávikavist 19 og 22 ár, tá tey giftust. Stutt eftir fingu tey sonin Trygva, sum í dag er 18 mánaðir. Áðrenn tey fingu Trygva høvdu tey ætlanir um at flyta til Danmarkar, tí Victoria skuldi byrja at lesa til ljósmóður. Stutt eftir at Trygvi varð føddur, skrivaði Victoria – sum flest onnur foreldur – hann upp á bíðilista til vøggustovupláss í kommununi. Men sum tíðin leið, broyttist eitthvørt innan í henni. Hon greiðir frá, at hon hevði eina sterka kenslu av, at hetta als ikki var rætta avgerðin. Hon fór tí at lesa meir um tørv, tilknýti og menning hjá smábørnum og kom fram á fleiri kanningar, sum vísa á, at størsti tørvurin hjá smábørnum er tætt og trygt tilknýti foreldur síni, og at hetta tilknýti er ein tíðandi liður í sálarligu menningini hjá barninum.

 

– Tað var ræðandi at lesa um, hvussu umráðandi tilknýti er til foreldrini, og hvussu menningin hjá okkum menniskjum er tengd at tilknýtinum vit hava fyrstu livitíðina. Tað er her evni til at skapa relatiónir til onnur menniskju, og evni til at regulera okkum sjálvi og handfara kreppur verður ment. Eg helt, at tað var ræðandi at fara á kompromis við tað, sigur hon.

 

– Sálarfrøðingar siga, at tað kann hava stórar sálarligar avleiðingar fyri børnini, tá tey eru fleiri tímar á stovni dagin og harvið eisini mangla hetta grundleggjandi tilknýti, sigur Victoria Neshamar.

 

Hon orðaði hugsanir sínar við Karstin, sum í fyrstu syftu ikki tók undir við eini møguligari avgerð um, at Trygvi ikki skuldi ganga í vøggustovu.

 

– Eg legði kanningarnar fram, sum eg hevði lisið, og eftir at hava tosað um tað, vórðu vit samd um, at rætta avgerðin er, at Trygvi verður heima saman við mær, sigur hon.

 

Fíggjarligar raðfestinar
Unga parið setti seg síðani niður at hyggja gjølla at fíggjarstøðuni og leggja fíggjarætlan. Skuldu tey liva av eini inntøku og leggja pening til síðis, so tey kundu keypa bústað, so máttu tey broyta gamlar vanar og liva undir strangari teymum. Karstin arbeiðir í timburhandli og annaðhvørt vikuskifti í grillbar.

 

– Tíverri er einki gandabragd, ið ger eina slíka raðfesting nemmari. Tað er í roynd og veru eitt sindur gamalsligt, tí í høvuðsheitum snýr tað seg um at vera strangari við seg sjálva og minnast til, hvat málið er, sigur unga mamman, sum tó ikki var ovurnýtari, aðrenn stóru broytingina í fíggjarraðfestingini.

 

Victoria hevði í longri tíð lisið nógv um minimalismu og royndi eisini at liva eftir ta sannføringini. Minimalisma er í stuttum ein raðfesting av tíðini heldur enn matriellum lutum og snýr seg um at minka um tað óneyðugu ovurnøgdina í tilveruni.

– Tað er eitt stórt frælsi í ikki at keypa ting, sum ikki gera teg glaða. Eg havi tað fínt við, at míni klæðir bara eru miðal-kul, sigur hon við einum skálkabrosi.

 

– At hava kul klæði gevur ikki gleði. Tí peningur er tíð. Tá vit keypa okkurt kostnaðarmikið, so brúka vit tíð upp á tað. Vit halda, at vit brúka pengar, men vit rinda veruliga við tíð okkara. Tíð saman við børnunum, ommum og øðrum menniskjum, vit eru góð við. Hvussu kann eg rættvísgera tað, spyr hon.


Broytingin hevði við sær, at tey skrivaðu hvørja einastu útreiðslu niður, og gjørdu síðani broytingar, ið kravdust. Sum til dømis tað, at tey als ikki eta úti longur ella brúka pening til nakað, sum ikki er rúm til í fíggjarætlanini.


– Keypir ein okkara til dømis eina sodavatn, so má man konfronterast við 18 krónur. Tí hava vit púra vant okkum av við bráðkeyp av øllum slagi.  Einki eitur at líka keypa sær ein ís. So mugu vit baka eina kaku ístaðin, sigur hon sannførd.

 

Ein av teimum heilt stóru broytingunum, sum Victoria hevur sett í verk, er at hon nú bert keypir klæðir og lutir í endurnýtsluhandlum.

 

– Alt tað, sum eg eigi er endurnýtsla ella gávur, sigur hon.


Klæðir og lutir finnur hon millum annað á Rótikassanum á Facebook, í endurnýtsluhandlum í landinum og í Den Blå Avis í Danmark.

 

Nú jólini standa fyri durum, hevur Victoria sjálv gjørt gávur til familju og vinir, sum ikki kosta alt ov nógv, men krevja nakað av tíð. Nógvar av gávunum eru okkurt slag av mati, sum hon hevur gjørt til.

– Eg føli, at tað er býttisligt at lata sum um, at vit hava nógvar pengar og keypa dýrar gávur. Fólk vita væl, at vit ikki hava nógvar pengar, sigur hon.

 

Sjálv heldur Victoria Neshamar ikki, at tað er torført at liva undir strongum fíggjarligum teymum, tí hon undir øllum umstøðum setur avgerðina í rættan høp.

 

– Eg troyttist viðhvørt av, at eg ikki kann keypa okkurt mær dámar á útsølu ella keypa døgurða, men geri eg tað, so má okkurt annað, sum er meir umráðandi, svíða. Tað er hetta ella dagstovnurin, sigur hon avgjørd og leggur síðani aftrat, at tað er annað, ið vigar meir enn materiellu tingini.

 

­–Eg eri glað fyri, at eg eri nøgd við lívsháttin hjá okkum. Tá ein finnur útav, hvussu dýrabart tað er at hava tíð til barnið hvønn dag, vil man ikki býta tað um við eina ferð til París, sigur hon.

 

Og stranga fíggjarætlanin hevur eisini borið á mál. Tølini á kontuni eru ikki reyð, tá mánaðurin er av – tey hava enntá lagt til síðis hvønn mánað til eginpening, so tey kundu keypa hús. Og í nýggja árinum flyta tey eisini í egin hús.

 

Hóast tey hava bil, so brúka tey hann sum minst og velja heldur at ganga ella brúka býarbussin, tá tey kunnu.

 

Leyg um tað í fyrstuni
Tað er ikki altíð lætt at fara ímóti streyminum, og hóast Victoria innast inni hevði tikið avgerð um, at hon ikki fór til arbeiðis aftur, eftir at barnsburðarfarloyvið var av, so tordi hon ikki at siga tað við fólk.

 

– Eg leyg bara fyri fólki og segði, at Trygvi fór í vøggustovu um eina tíð, flennir hon.

 

Men eftir ein tíð var fráliðin, so kendi hon seg stinnari og greiddi frá síni sannføring og avgerð.  Reaktiónirnar vóru ymiskar. Nærmasta familjan var stuðlandi og hóast onkur setti spurnartekin við avgerðina, so prógvaði Victoria, at hon visti, hvat hon gjørdi.

 

–Hóast eg fái mótspæl viðhvørt, so taki eg tað ikki nær, tí eg eri ógvuliga sikkur í tí, sum eg geri, sigur hon avgjørd.

 

Flestu neiligu viðmerkingarnar komu tó frá foreldrum, sum sjálvi hava børn, ið eru á stovni, og Victoria heldur, at tað møguliga er teirra egna ringa samvitska, sum er orsøkin.

 

– Summi eru ivandi, halda tað er løgið ella als ikki í lagi. Tað kann eg ikki brigsla teimum. Mentan okkara er soleiðis, at vit koyra børnini á stovn. Soleiðs er tað. Øll gera tað, staðfestir hon.

 

Í høvuðsheitum hava fólk tó verið jalig, tá hon hevur greitt frá um avgerðina, og tað hava serliga verið jaligar viðmerkingar frá eldri fólki, ið hava vigað nógv hjá ungu mammuni.

 

– Tað eru serliga eldri fólk, ið halda, at hetta er ein góð íløga. Tey kunnu jú hyggja aftur á tíðina við smábørnum, og síggja hvat er av týdningi í lívinum, sigur hon.

 

##med2##

 

Skal lítið til at stimbra børn
Í námsfrøðini verður dentur millum annað lagdur á at stimbra bæði mál, rørslu, sansir og sosialisering, og tað verður ofta tikið til, at tað í høvuðsheitinum er á stovni, at børnini verða stimbrað á hesum økjum, sum námsfrøðingar hava servitan í.  Spurd um hon hugsar um, at Trygvi eisini skal mennast á sama hátt sum onnur javngomul børn, ið eru á stovni sigur Victoria, at tað eru ávísar avbjóðingar, ið fylgja við sum heimagangandi mamma.

 

– Eg hugsi ikki um, at eg má stimbra Trygva alla tíðina, men heldur brúki eg vit og skil. Vit luttaka og liva eitt vanligt lív og snakka við hvønn annan. Eitt barn, sum verður snakkað við lærur at snakka, sigur hon.

 

– Slíkar viðmerkingar um manglandi stimbran ella sosiala tillaging koma av mangandi vitan. Eg varð til dømis einaferð spurd, um børn, ið eru heima, ikki bara hugsa um seg sjálvi og ikki duga at bíða eftir øðrum, flennir hon.

 

– Hetta er slíkt, sum tey eisini kunnu læra heima, tí ofta bíðar Trygvi eftir mær, og eg haldi altso ikki, at børn verða illa fyri sosialt, tí tey ikki eru á stovni. Man kann eisini venda tí og siga, at á stovni skulu tey ofta bíða eftir og kappast um uppmerksemi hjá tí vaksna, sigur hon.

 

Tó so heldur hon, at tað er torførast at nøkta sín egna sosiala tørv, tá hon meginpartin av tíðini er saman við Trygva. Tá er umráðandi at gera sítt til, at leita upp aðrar mammur, sum eisini eru heima.

 

– Vit finna hvørja aðra, og fleiri vinabond eru knýtt á hendan hátt, sigur hon.

 

Familjan er nokk
Victoria verður ofta spurd, nær Trygvi fer á stovn, ella nær hon fer undir útbúgving ella til arbeiðis aftur.

 

–Tað er slett ikki tað, sum er mest umráðandi í okkara familju. Ein yrkisleið er als ikki í mínum høvdi júst nú, tí nú raðfesti eg hetta. Vit vita ikki, hvussu langa tíð vit hava við okkara børnum. Tey eldru siga øll, at tað gongur so skjótt. So hví ikki raðfesta at vera saman við teimum, spyr hon.

 

–Tað er harmiligt, at familjan ikki er nokk, og at tann bygningshátturin ikki er nóg góður, tá foreldrini vísa barninum, hvussu lívið gongur fyri seg, sigur hon umhugsin.


Hon heldur, at vit í dagsins samfelagi hava alt ov nógv um at vera, og tí raðfesta vit ikki tíð saman við børnunum. Heldur hugsa vit um kvalitetstíð, vikuskiftishugna og feriur. Tíðin, tá vit einki gera er eisini umráðandi og skapar eitt tilknýti, sum ikki kemst av ongum.

– Tað verður eitt sindur Instagramsligt. Eg haldi heldur, at allar løtur telja og ikki bert, tá vit endiliga eru tøk, sigur Victoria Neshamar.

 

Gongur alt gott, so verða tey trý til fýra í mai mánaða næsta ár. Victoria hevur ongar ætlanir um, at Trygvi ella lítla barnið, sum er á veg skulu ansast av nøkrum øðrum enn henni.

 

–Vit hava lagt lívið fíggjarliga til rættis soleiðis, at tað ber til og vit gera uttan iva á sama hátt næstu ferð, sigur hon.

 

Samfelagið átti at gjørt tað lættari
Dagsins samfelag leggur upp til, at bæði foreldrini fara til arbeiðis, og at børnini fara á stovn. Fyri nøkrum mánaðum síðani varð nógv tosað um ætlanirnar hjá nýggju samgonguni um at kommunur skulu fáa heimild til at geva foreldrum, sum ikki hava børn í ansing pengarnar útgoldnar, sum plássið á dagstovninum annars kostar kommununi.

 

Ætlanin hjá nýggju samgonguni um at lata pengarnar fylgja barninum fekk tó kaldliga móttøku í størsta andstøðuflokkinum, Javnaðarflokkinum. Millum annað varð sagt, at ætlanirnar hjá samgonguni eru ræðandi, og vandi er fyri, at stóra námsfrøðiliga arbeiðið, sum fakfólk hava bygt upp gjøgnum áratíggju, nú er fyri bakkasti.


Victoria Neshamar hevur fyrr tosað alment ímóti slíkum hugburði, og hon er ikki í iva, tá hon sigur, at slíkar viðmerkingar elva til, at foreldur missa álit á, at tey megna at ansa eftir sínum egnu børnum.

– So fær man tann hugburðin, at námsfrøðingar eru best fyri barnið. Og hóast námsfrøðingar læra nógv í útbúgving síni og óivað duga væl til arbeiðis, so eru tey ikki mamma og babba og kunnu ongantíð knýta sama band við barnið, sum eitt foreldur ger, staðfestir hon.


Í miðal kostar tað einar 90.000 krónur um árið at hava eitt barn í kommunalari ansing. Foreldrini rinda einar 20.000 krónur um árið í miðal og kommunurnar rinda einar 70.000 krónur um árið.

 

Victoria heldur ikki, at tað almenna eigur at taka serliga hond um tey, sum velja arbeiðsmarknaðin frá, tí tey vilja hava børnini heima. Men hon skilur heldur ikki, tá fólk siga, at um hon velur at vera heima, so skal hon eiga allan kostnaðin sjálv.

–Eg kundi gott hugsað mær at goldi minni í skatti, so eg ikki rindi fyri barnaansingartilboð, sum eg ikki brúki sjálv, sigur hon, og greiðir frá, at tey sum hjún eisini hava goldið fyri Glasir og aðrar almennar íløgur og luksus lutir, sum hon kallar oyðsl. Tað almenna átti tó at hugsað nógv meir um sparingar, so tað var pláss til at raðfesta børnini.


Hon veit væl, at avgerðin, ið hon og Karstin hava tikið bæði er umstrídd og vird. Tað eru eisini fleiri, ið kundu hugsað sær at tikið somu avgerð, men sum ikki fáa tað at hanga saman fíggjarliga við eini inntøku.

 

– Eg var jú bert 20 ár, tá eg varð mamma, og ein fyrimunur var, at eg ikki hevði lagt lívið gjølla til rættis. Eg var ikki mitt í eini yrkisleið og hevði ikki stórt húsalán, og tí fekk eg gjørt hesar raðfestingarnar, sigur hon umhugsin.

 

–Eg dugi ikki at koma við einum boði, sum hevði gjørt tað lættari hjá fleiri at tikið somu averð sum vit, og sum samstundis ikki hevði havt fíggjarligar avleiðingar fyri landið. Vit hava kempað fyri at koma har, sum vit eru, og hevði eg fingið okkurt av hesum til gávis, ja so hevði eg óivað eisini havt minni hug til at gjørt broytingar, sigur hon.

 

– Tað er umráðadni, at man ikki bíðar, til politikarar og landið gera okkurt. Vit eiga børnini, tey eru lítil nú, og tí er tað er nú, vit mugu handla. Tað eru nógvir mátar at gera tað uppá. Alt snýr seg tó um, hvat er viktigt í okkara lívi. Øll foreldur elska síni børn, men vit vilja eisini eiga nógvar pengar, ferðast, byggja óneyðuga stór og dýr hús og vilja ikki seta okkum sjálvi til viks. Vit eru eitt sindur vilst frá tí, sum er umráðandi, staðfestir unga mamman umhugsin men tó so sera sannførd.