1.303 dagar í heingikoyggju

Málið um manglandi eftirlitið við Eik Grunninum kann sammetast við Bankamálið í 90-árunum og eitt skúladømi um, hvat ið kann henda, tá ið føroyskir politikarar gera høpisleysar stoltleika-yvirtøkur av málsøkjum

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
------------

Fjølmiðlar bera stórtíðindi nú um dagarnar.

Nú skal Skráseting Føroya og ivasama eftirlit hennara í málinum um Eik Grunnin kannast!

Tíðindini koma úr Løgtinginum. Har ganga tingfólk, kropp á kroppi, upp á røðarapallin við avgjørdum útsagnum um, at nú...