TIÐINDI     SOSIALURIN

200 fólk á fólkafundi í Føgrulíð

Hvítusunnudag var fólkafundur í Føgrulíð í sambandi við at 120 ár eru liðin, síðani Føroya Fólkaháskúli byrjaði í Føroyum

Mynd: Petur Martin Solmunde.



– Tað var ein sera góð løta í Føgrulíð. Nógv fólk og góðar røður, sigur Anfinnur Heinesen, háskúlastjóri.


Sangur, røður og framførslur
Gingið varð frá Klaksvík upp um Háls oman til Føgrulíð.
Einir sjey limir úr Klaksvíkar hornorkestri spældu og gjørdu løtuna hugnaliga. Jógvan Andrias Joensen og Hanus G. Johansen framførdu.
Annika Waag og Heini Gaard bóru fram røður.

##med2##
Annika Waag kom í røðuni nógv inn á tilknýtið, langabbi hennara, Símun í Vági, hevði við háskúlan. Símun í Vági var vinnulívsmaður og stovnaði Føroya Bjór. Hann stuðlaði háskúlanum væl tey fyrstu árini, meðan skúlin var á Borðoynni. Hann sat eisini í stýrinum fyri háskúlan, men tá ið hann flutti til Havnar, segði hann seg frá í øði.
– Heini Gaard eftirgav í síni røðu langabba sín, Rasmus Rasmussen, fyri at hava sagt, at tað var meira nytta í at telja sáðberar á eini plantu, enn øll tey árini hann hevði sitið á tingi, sigur Anfinnur Heinesen.

Sangirnir Vár við lýggjum vindi og Nú skínur sólin bjarta, sum Símun av Skarði hevur yrkt, vórðu báðir sungnir.

##med3##


Hugnalig løta
– Tað vóru knapt 200 fólk. Eisini lógu nakrir bátar út fyri og fylgdu við. Fólk høvdu matpakka og okkurt at drekka afturvið og hugnaðu sær, sigur Annfinnur Heinesen.
Skipað varð eisini so fyri, at nakrir fjallmenn gingu við fólki, so at øll kom væl fram og aftur, eisini tey, ið ikki vóru kend.

Í Tunghúsi, ið er eitt seyðahús tætt við tann sokallaða ástarvegin niðan á Háls, vórðu dyrnar latnar upp, og Waagfamiljan bjóðaði fólki ein bita og okkurt leskiligt afturvið á heimvegnum.
Tað vóru Anfinnur Heinesen, Fríðfinnur Johnsson og Per Jacobsen, sum vegna Háskúlan skipaðu fyri tiltakinum.

##med4##

Úr Føgrulíð til Havnar
Háskúlin varð stovnaður í 1899. Byrjað varð 2. november. Tað vóru Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði sum stovnaðu og vóru persónarnir aftanfyri Háskúlan í nógv ár. Fyrsta árið helt Háskúlin til norðuri hjá Jóan Petur í Stongum í Klaksvík. Har var hann í eitt ár og flutti so til í Føgrulíð. Í 1909 flutti hann til Havnar, har hann er enn í dag.


Mynd: Petur Martin Solmunde.