Áhugi fyri siðbundna fólkaháskúlanum

Áhugi er framvegis fyri siðbundna fólkaháskúlanum í Føroyum. Eftir summarfrítíðina byrja umleið 20 næmingar á 120 ára gamla Føroya Fólkaháskúla í Havn

– Jú, áhugi er framvegis fyri skúlanum. Vanliga eru millum 16 og 22 næmingar á hvørjum skeiði. Higartil eru 20, sum hava ynskt at byrja á skeiðnum í heyst, sigur Annfinnur Heinesen, stjóri á Føroya Fólkaháskúla.

Tað eru mest føroyingar, ið eru á háskúlanum, men nakrir útlendingar eru eisini vanir at vera við. Á...