Ákærdur fyri at gera seg inn á fýra smágentur

Ein maður var týsdagin fyri Føroya rætt, har hann var ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á fýra smágentur í tíðarskeiðnum frá 1992 til 1996

Ákæran ljóðaði á brot á grein 216 stk. 2 sambært grein 225 í revsilógini , ið er annað kynsligt samband enn samlega.

 

Talan er um fýra gentur tilsamans. Tvær teirra eru systrar, og konan hjá manninum er fastir teirra. Hon er eisini fastir at triðju gentuni, sum so er systkinabarn at hinum báðum gentunum. Fjórða...