TIÐINDI     SOSIALURIN

Aktivisturin og skiparin Knud Andersen

Hálvi vestmenningurin, skip­arin, maskinsmiðurin og aktivisturin í Danmark, Knud Andersen, er deyð­ur

Knud Andersen var føddur 26. ami í 1941. Hann er útbúgving maskinsmiður, seinni lærari, fiskimaður og aktivistur. Eftir hann sita unnusta, tríggjar døtur og fimm abbabørn. Knud doyði 12. august 2019



Um vit veruliga vilja minnast Knud Andersen, so er ikki at keypa blóm­ur, tí so skulu vit held­ur lata eina eina pen­ing­a­gávu til Anton. Anton er ein deks­bát­ur við bláum segli og brún­um stýrhúsi, sum Knud And­er­sen førdi sum skipari í 40 ár, ikki bara sum fiskimaður, men eisini sum aktivistur.
Mamma Knud, Gunhild á Rógvi, var ættað av Rógvu í Vest­manna. Hon var systir kendu jarð­armóðurina í Keyp­mann­a­havn, Astrid á Rógvi og kenda ves­t­menningin Arna á Rógvi. Knud hevði nógv samband hend­an­vegin, familjubond og vin­ar­bond. Eisini stóð hann í seks­ti­ár­u­num í læru og bleiv út­lærd­ur sum maskinsmiður á Tórs­havn­ar Skipasmiðju.
Tað var umborð á Anton, at Knud And­ersen gjørdi tað nógva av sín­um sosiala arbeiði, millum ann­að við ungum, sum vóru úti í trup­ul­leikum, og sum eingin vildi kenn­ast við, men sum Knud And­er­sen fekk við til at rokast á sjón­um, at fiska og annars at finna eina meining við lívinum. Tað var ongantíð menniskjanum, sum tað var galið við, men tað var sam­fel­ag­num, segði skiparin.

##med2##

Sum so mangan heldur Knud And­er­sen røðu – hesaferð sum for­maður fyri Levende Hav eftir at hann hevði av­sagt dómin yvir svíkjandi pol­it­ik­ar­arnar, sum byrjan upp á kjakherferðina »Hav og Klima – læg kursen om«. Enda­málið var at fáa døpru út­lit­ini fyri havið og tilfeing­ið í havinum hægri upp á altjóða verð­ur­lags­dags­skránna fram til veð­ur­lagstoppfundin í Key­p­mann­a­havn í november í 2009
(Mynd: Jens Dige/POLFOTO)


Tað var eisini við Anton, at Knud Andersen sigldi kring Dan­mark og var í at kalla øllum lands­ins havnum og royndi at tosa við fisk­imenn – og onnur við – um at verja havumhvørvið. Hann var við til at stovna Lands­for­en­ing­en Levende Hav, hann helt fyr­i­lestar í samkomuhúsum við donsku strendurnar og brúkti nógva tíð á vindbardum havn­ar­løg­um at tosa við fiski­menn viku eftir viku.
Hann stóð har, tí hann sá kor­al­riv­ini hvørva, trolarar knúsa fisk­a­stovn­ar­nar, og ídnaðarskip dálka hav og luft. Sum fiski­mað­ur hevði hann sæð tað sjávlur, og hann visti, hvussu hann skuldi siga tað:
»Brotsverkið hjá DONG« kall­aði hann havdálkingina.
»Kolverkini hjá DONG eru fólka­morð­«, skrivaði hann eina­ferð á einum dregli. »Stegðið hav­svín­ar­í­num«, skrivaði hann á ein annan.
Tað var uttan manuskript, tá hann helt sínar torutalur, orðini vóru skørp og beinleiðis. Hann fekk eis­ini fíggindar, og í Gilleleje vórðu hann og Anton tveittir úr havn­ini, tí nakrir illir humm­ar­a­veiðimenn ikki dámdu tónalagið hjá hon­um. Tað eru bara tvey ár síð­ani hesa hending.
Síðst í áttatiárunum, tá um­hvør­vi­sr­áð­harrar úr ymsum ev­rop­isk­um londum vóru á fundi í Holl­andi fyri at tosa um dálking í Norð­sjón­um, læt hann seg í sum Nep­tun kongur, við trí­tind­a­kvísl í hendi, og sníkti seg inn á fund­in, har hann kravdi, at ráðharrarnir nú veruliga gjørdu nak­að við tað.
Tá vaktarmenninir tveittu hann á dyr, noktaði hann at fara og rópti:
»I am the king of the North Sea!«
Knud Andersen var ikki bara ein mað­ur við eini sak. Hann var eisini mið­punktið, tá fólk hittust. Ikki var hann tann stóri sang­ar­in, men hann sang, so masturin skinkl­aði, og hann elskaði at halda veitsl­ur á sjónum.
»Hava vit tað ikki frálíkt?«, plagdi hann at spyrja, meðan Ant­on rullaði í Eystursjónum.
Tað var ikki nógv pláss í ka­búss­uni, men pláss var fyri øll­um skeivum eksistensum »på understøttelse« eins og filo­soff­um og listarfólkum eins og hand­ils­monnum í klædningi.
Umborð á Anton stríddist sprøk­luta liðið ikki bara fyri ein­um betri havumhvørvi, men so av­gjørt eisini fyri veðurlagnum.
Einferð fekk Knud Andersen sann­ført ein av stjórunum hjá Mærsk at koma umborð á Anton, har skip­ar­in tók ímóti honum í blá­ari ket­il­drakt og rætti honum oljutu hond sína. Hann vísti Mærsk-stjóranum eitt aggregat, sum hann hevði installerað á mot­orin sum kundi vátta, at CO2 út­lát­ið minkaði, um ferðin mink­aði. Tað sama, segði hann, kundu Mærsk-skipini gera.
Um Knud Andersen hevði nak­að við tað at gera er helst iva­samt, men nøkur ár seinni tók Mærsk reiðaríið ráðini til sín.
Hann var líka móti øllum, og kanska var tí tí, at tey flestu dámdu hann. Sjálvt fiskimenn, sum høvdu aðra hugsjón enn hann og kanska hildu, at hann rópti í so hart og var heldur víð­gongd­ur.
»Hóast vit hava ymsar mein­ing­ar eru vit tung í huga og syrg­in at siga einum menniskja far­væl, sum legði alla orku í fisk­ar­í­ið,« skrivaði Fiskeri Tid­ende í minningaroðrum um Knud Andersen.
Nógv fólk vóru til jarð­ar­ferð­ina, sum var í Hemmed í Norð­ur­djur­s­landi, har Knud Andersen og unn­usta hansara í 45 ár búðu. Og sam­kom­uhúsið var á tremur við fólki, sum hann hevði havt við sær – frá donsku strondunum og heilt til Kasakstan, Tansania og smáu oyggjarnar uttan fyri Eri­trea.
Knud Andersen elskaði at vera á sjónum, fjarhugaður langt burt­ur frá øllum. Sum ungur var hann hvørja summarfrítíð í Før­oy­um, har mamman, Gunhild á Rógvi, vaks upp, og tað hann fann á stóra bláa havinum var sama eydnukensla, sum hann fann millum fjøllini í Føroyum.
Tá hann fekk staðfest krabb­a­mein í vælindinum og noyddist und­ir strævna skurðviðgerð, vardi tað tó ikki leingi, til hann aft­ur var á sjónum. Hann megn­aði at sigla við Anton nýggjar leið­ir, eitt nú til Fólkafundin á Born­holm í juni í ár, men stutt eft­ir fekk hann boðini um, at krabb­in hevði spreitt seg til allan kropp­in.
Tað gjørdist síðsti túrurin hjá Knud Andersen, og hann doyði 78 ára gamal. Anton livir tó enn, og um stutta tíð fara familjan hjá Knud Andersen og vinir umborð á deks­bátin fyri at sigla út í Katt­e­gat at spreiða ein part øsku hans­ara í havið.

Knud Andersen var føddur 26. ami í 1941. Hann er útbúgving maskinsmiður, seinni lærari, fiskimaður og aktivistur. Eftir hann sita unnusta, tríggjar døtur og fimm abbabørn. Knud doyði 12. august 2019