Arbeiða við at leggja brennistøðirnar saman

IRF og samgongan í Tórshavnar Kommunu arbeiða við einum felags uppleggi at leggja báðar brennistøðirnar í Føroyum saman, so at vit bara hava eina brennistøð í framtíðini. Felags brennistøðin skal vera í Havn

– Nevndin hjá IRF og samgongan í Tórshavnar kommunu hevur tosað saman um eina samanlegging. Uppleggið er gjørt á embætismannastigi, men politikararnir eru við í tilgongdini.

IRF hevur lagt uppskotið fram fyri øllum limakommununum, men áðrenn nakað verður gjørt endaligt, skal málið samtykkjast á einum aðalfundi...

Brennistøðin hja IRF á Hagaleiti í Leirvík