TIÐINDI     SOSIALURIN

Arbeiðsbústaður ella slumm

Tað varð ikki ein vøkur mynd, ið frágreiðingin Rumenar á loftinum málaði av addressunum í Jekaragøtu 8 og 10 í Havn. Umstøðurnar vóru ringar, um 50 rumenar vóru stúvaðir saman í tveir bygningar, sum eftir øllum at døma ikki vóru egnaðir til at húsa fólki, og yvirhøvur fekk lesarin tað inntrykk, at onkur bakmaður royndi at eyðræna rumensku arbeiðararnar, sum óttaðust at standa fram og gera vart við síni viðurskifti.



Fyri at fáa eina fullari mynd av, hvussu standurin er í bygningunum báðum í Jekaragøtu, fekst avtala í lag við Heðin Lamhauge, ið rekur Firmport, og sum eisini stendur fyri útleigu av húsunum í Jekaragøtu. Hann ger greitt frammanundan, at vit sleppa ikki inn allastaðni, tí summir rumenar eru til arbeiðis.

 

Samanumtikið kann sigast, at yvirhøvur eru bæði húsini gomul, nakað slitin, og tað er langt síðani, at tey hava fingið eina ordiliga yvirháling innan. Summar av gongunum eru trongar, gólv- og loftslistar umframt hurðakarmar ymsastaðni eru í ringum standi, og mest av øllum minna fleiri kømur um gomul vallarheimskømur, sum tú finnur, fert tú at ferðast í Evropa við sparsemi.

 

Leysar trappuflísar

Langur trappur eru uttan fyri bláu húsini í Jekaragøtu 8. Gongur tú niðan ella oman gjøgnum trappurnar, er neyðugt at vera varin, tí fleiri av grótflísunum liggja leysar oman á betonginum, og trínir tú skeivt, kann skjótt enda galið. Tá eg traðki á ein av leysu flisunum, og hann við hvøllum ljóði skiftir á betonginum, sigur Heðin Lamhauge stutt, at summir av flisunum eru leysir, og at trappan skal sjálvandi setast í stand. Tað er tó undranarvert, at flisarnir eru ikki bara tiknir burtur av trappunum, til ein handverkari fær fest teir á aftur.

Vit koma inn í gongina í húsunum, og har er sum í grøvini. Einki ljóð hoyrist nakrastaðni, og tað tykist, sum eingin er inni. Hetta er allarhelst, tí at tað er um middagsleitið, og flestu av rumenunum munnu vera til arbeiðis.

Byrjað verður á ovastu hædd. Okkurt hoyrist innan fyri einar dyr, og Heðin Lamhauge bankar á dyrnar, og latið verður upp.

Har eru trý fólk - ein vaksin kona, ein vaksin genta og ein vaksin drongur. Konan er mamma at dronginum, og tað er hon og maður hennara, ið búgva í kamarinum. Heðin Lamhauge heilsar upp á tey trý á rumenskum, rættir armin móti mær og sigur okkurt, ið ivaleyst greiðir teimumfrá, hvør eg eri.

Kamarið er nossligt og ruddiligt, góð útsikt er yvir Nólsoyarfjørð, og í kamarinum er eisini ves við brúsu.

Drongurin dugir eitt sindur av enskum og umsetir fyri mammuna, at henni dámar væl at búgva har. Sjálvur sigur hann, at hann elskar at búgva har. Hann hevur familjuna tætt uppá, bústaðurin verður ikki brádliga sagdur upp, tí føroyingar koma heim úr útlondum, og hann sleppur frá at rokast á bústaðarmarknaðinum í Havn, sigur hann og leggur aftrat, at familjan hevur trý kømur á hæddini.

Tvær hurðar frá er felagskøkur fyri tey á hæddini. Køkurin er í rættiliga góðum standi, linoleumsgólvið sær rættiliga nýtt út, og køkurin er reinur.

 

Villiniborg og feðgar á loftinum

Á miðhæddini er tað, sum í frágreiðingini hjá fakfeløgunum varð lýst sum villiniborgin. Innrættingin er margháttlig, og "villiniborgin" er eyðsæð eitt byggipláss í løtuni. Men tað verður skjótt greitt, at tað, sum kundi tóktst at verið ein labyrintur, er í grundini bara eitt rúm við einum illa plaseraðum veggi í miðjuni, sum skáka tvær ymiskar vegir. Frá rúminum er atgongd til tvey kømur og eitt opið rúm við vaskimaskinu og turkitrumlu. Suðureftir frá rúminum er atgongd til køk, sum samstundis virkar sum atgongd til umtalaða loftsrúmið, har feðgarnir høvdu húsast. Køkurin er nossligur, reinur og í heila tikið í góðum standi. Frá køkinum er altanhurð út á tekjuna, ið knýtir saman bláu húsini og reyðu húsini, har Gistingarhúsið Skansin helt til fyrr. Eitt sindur av regni liggur á tekjuni, og plattar eru lagdir omanyvir, soleiðis at tú sleppur turskøddur tvørturum til loftsrúmini hinumegin.

Annað rúmið, har feðgarnir høvdu hildið til, stendur tómt, og sambært Heðini Lamhauge fæst ikki atgongd til hitt rúmið, tí at hann, sum hevði verið har seinast, var farin aftur til Rumenia og hevði tikið lykilin við sær.

 

Ráur køkur

Niðast í húsunum er inngongd fyri seg við lítlum durði. Innanfyri durðin er køkur, ið hevur beinleiðis atgongd til fýra kømur. Køkurin varð nevndur í frágreiðingini, tí at bæði veggur og gólv var rátt betong - hvørki gólv ella veggur var lagt á.

Køkurin er lítil og smalur, veggurin aftan fyri køksskáp, køksborð og komfýrin er veggurin úr ráum betongi. Gólvið er nú úr linoleum, men sambært Liljuni Weihe er linoleumið lagt á aftaná, hon hevði verið á vitjan í sambandi við frágreiðingararbeiðið. Myndir, ið vóru at síggja í Degi & Viku frá týskvøldinum, vísa eisini, at gólvið hevur áður verið úr betongi.

Køkurin hevur greið merkir eftir brúk. Feittplettar vóru ymsastaðni á vegginum, og ráur luktur var í køkinum. Ilt er tó at siga, um lukturin stendst av fukti, ella um talan er um onkran mat, ið er øðrvísi enn tað, sum vit eru von við.

Heðin Lamhauge vísir á, at køkurin er kanska ikki so reinur, sum mann kanska hevði ynskt, at hann er. Hann leggur tó aftrat, at eru bert menn í øllum kømurunum, ið hoyrdu til køkin, og at hann hevur roynt, sum best ber til, at fáa teir at halda køkin reinan. Familjur við konufólki hoyra til hinar báðar køkarnar í erva.

 

Jekaragøta 10

Hin helvtin av rumenunum húsast í bygninginum við síðuna av, á Jekaragøtu 10. Júst sum vit koma inn um hurðina, stendur ein rumeni og vaskar ves og baðiverilsi. Hann hevur verið í Føroyum í trý og eitt hálvt ár, sigur hann, men fer heim aftur til Rumenia í morgin, og tí er hann farin at gera reint.

Á hæddini eru nøkur kømur. Eins og í hinum bygningum er annars heilt friðarligt, og eingin tykist at vera heima. Til íbúðirnar og kømurini á hæddini er køkur, sum er í rímiligum standi. At síggja til er køkurin møbeleraður rættiliga tilvildarliga, og talan er eyðsæð um endurnýtslumøblar, men annars er køkurin reinur og ruddiligur, tí at rumenin, sum fer heim, hevur júst verið og vaskað hann.

Hæddin omanfyri líkist nógv teirri fyrru. Gongin sneiðir sama veg, og køkurin á hæddini er beint oman fyri køkin á fyrstu hædd. Hesin køkurin er tó ikki í eins góðum standi. At síggja til er hann reinur, men í endanum av rúminum við vindeygað er loftstapetið illa skrædnað, og onkur hevur roynt við klistribandi at fáa tað at hanga fast í loftinum. Hesin køkurin er nevndur í frágreiðingini, og tá víst verður á tapetið, sigur Heðin Lamhauge bert, at onkur hevur roynt at lappa tað við klistribandi, og at tað sjálvandi skal gerast ordiligt. Eisini standa tvey vindeygu í køkinum á glopp. Heðin Lamhauge sigur, at tað er sera vanligt, at vindeyguni í køkinum standa á glopp, tí at rumenarnir plaga at koma heim frá arbeiðis samstundis og fara tí allir í køkin í senn at gera sær at eta. Tá lata teir ofta vindeyguni upp, tí at tað gerst ov heitt.

Í frágreiðingini hjá fakfeløgunum vísti Liljan Weihe á, at í einum køki sat vindeygað fast, og at tað kundi ikki latast aftur. Tá spurdur, um køksvindeyguni kunnu latast aftur, sigur Heðin Lamhauge, at tað kunnu tey, og at hann veit ikki heilt, hvat Liljan Weihe meinti við við vindeygunum.

Heðin Lamhauge leggur aftrat, at nógv vindeygu eru skift seinastu tíðina, og at avtala er gjørd við veitara um at eftirkanna og smyrja vindeyguni av og á.

 

Tvey- ella trýmanskømur

Á somu hædd er ein lítil íbúð, sum vit sleppa inn í. Íbúðin, og kamarið við síðuna av íbúðini, hevur fyri kortum verið útleigað til fyritøku, ið skuldi hava innivist til nakrar rumenar, men nú er leigusáttmálin sagdur upp, og tí stendur íbúðin tóm, sigur Heðin Lamhauge.

Í køkinum eru tvey fundar- ella kontórborð við stólum, ein hillaskipan, vanlig køksapparat, men annars tómt. Har er vaskað og ruddiligt. Íbúðin hevur tvey kømur, og atgongd er til bæði kømurini beinleiðis frá køkinum.

Annað kamarið er opið, og tá vit kaga inn, sæst, at kamarið er sum blást. Tvær tómar sengur, eitt skriviborð við stóli, ein lítil reol og tað, sum sær út sum eitt heimagjørt borð, er tað einasta, sum er inni í kamarinum.

Á ovastu hædd eru eisini fleiri kømur. Heðin Lamhauge bankar á einar dyr, men tá einki svar kemur inanífrá, tekur hann í hurðina og fer inn, og vit fara aftaná. Um hvørt loyvi varð givið frá leigaranum, vita vit ikki.

Veggirnir eru klæddir við gomlum linoleum, og umframt eina uppreidda sofu eru tvær sengur. Onnur songin er uppreidd, men hin er tóm.

Av tí at sofan er uppreidd, sær út sum at trý fólk búgva í kamarinum. Heðin Lamhauge peikar á sofuna og sigur, at onkuntíð koma rumenar av bygd at vitja um vikuskiftini, og so gista teir hjá vinfólkum á Jekaragøtu. Tað hevur hann einki við at gera, og tað leggur hann seg heldur ikki uppí. Tá hann verður spurdur, um ikki hetta er eitt av kømurunum í frágreiðingini, har víst varð á, at tríggir mans vórðu húsaðir, svarar Heðin Lamhauge, at tað er tað ikki. Tað verður bert leigað út til tvey fólk í hvørt kamar, sigur Heðin Lamhauge og leggur eina við, at tað verður ikki útleigað "í trimum. Tað gera vit simpulthen ikki."

Áðrenn myndamaðurin tekur mynd av kamarinum, flytir Heðin Lamhauge dýnu og kodda av sofuni yvir á tómu songina, tí hitt gevur ta fatan, at trý fólk búgva í kamarinum.

- Tað gevur eina rættari mynd av kamarinum, tí her búgva bara tveir mans, sigur hann.