Her síggjast glaðir berlinarar á Berlinmúrinum, beint aftaná DDR-stýrið hevur latið upp fyri markinum millum eystur og vestur (Mynd: Claus Bjørn Larsen/Ritzau Scanpix)


Berlinmúrurin skilti europearar í 28 ár

Í 28 ár stóð Berlinmúrurin uppi sum súmbolið uppá tað kalda kríggið og býtið av tí demokratiska og kommunistiska Europa. Leygardagin 9. november eru tað 30 ár síðan, Berlinmúrurin fall, og fallið var byrjanin til endan av kalda krígnum. Vit fara her at tríva í nøkur søgulig viðurskifti fyri at skilja, hví Berlinmúrurin yvirhøvur bleiv bygdur í 1961

Aftaná seinna verðinskríggj í 1945 verður tað sundurbumbaða Týskland býtt millum tey fýra stórveldini USA, England, Frankaríki og Sovjetsamveldið. Eingilskmenn fáa meginpartin av Norðurtýsklandi, amerikanarar fáa stóran part av Suðurtýsklandi, meðan fransmenn fáa vestara partin av Suðurtýsklandi. Hesar tríggjar...

Her síggjast glaðir berlinarar á Berlinmúrinum, beint aftaná DDR-stýrið hevur latið upp fyri markinum millum eystur og vestur (Mynd: Claus Bjørn Larsen/Ritzau Scanpix)

Eysturberlin sæst til vinstru, og høgrumegin er Vesturberlin

Berlinarar royna at oyðileggja ein part av múrinum hin 11. november 1989 (Mynd: Lionel Cironneau/AP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Nf/Nf-Nf/Ritzau Scanpix)