Bíðilistin til vardar bústaðir nærum tvífaldaður upp á tvey ár

Fleiri enn 150 fólk við serligum tørvi standa á bíðilista til bústað frá Almennaverkinum í løtuni - og tað sær út til, at tað bara legst aftrat langa listanum

Um tú hevur serligar likamligar, sálarligar ella sosialar avbjóðingar og tørvar bústað, eru góð ráð dýr. Bíðilistin til vardan bústað er nevniliga metlangur í ár, og tí mást tú bara finna teg í at vera í bíðistøðu, sum kann vera upp til fleiri ár.

Í løtuni standa 152 fólk á bíðilista til vardan bústað í Føroyum,...