TIÐINDI     SOSIALURIN

Føroyingar vilja hava Breyðvirkið til veruleika

- Vit høvdu ongantíð væntað, at tað skuldi ganga so skjótt. Tað var ótrúliga rørandi, siga Fríða Hansen og Randi Olsen, sum hava fingið yvir 100.000 krónur frá stuðlandi føroyingum til at lata nýtt bakarí upp, har vistfrøði og súrdeiggj verða sett í hásæti

Her standa Fríða Hansen og Randi Olsen í køkini, har tær eru í holt við at elta



Seinastu mánaðirnar hava tær báðar Fríða Hansen og Randi Olsen arbeitt miðvíst fyri at lata eitt nýtt bakarí við navninum Breyðvirkið upp. Har ætla tær at baka vistfrøðiligt breyð og annan bakstur úr súrdeiggi, sum má sigast at vera eitt alternativ til tað, sum annars er á føroyska breyðmarknaðinum.

Í síðstu viku komu tær eitt risastórt fet nærri sínum stóra dreymi, tá tær megnaðu at skava yvir 100.000 krónur saman til at fíggja verkætlanina. Hetta kom í lag takkað veri nýggja hópfíggingarportalinum, Hopfígging.fo, har til ber hjá einum og hvørjum at stuðla alskyns íverksetaraverkætlanum við einari upphædd eftir egnum ynski.

Málið hjá Breyðvirkinum varð sett til 80.000 krónur, men eftir øllum at døma eru tað so nógv, ið vilja hava hetta bakaríið at síggja dagsins ljós, at fólk hava hildið á at stuðla, sjálvt aftaná verkætlanin varð fult fíggjað aftaná bara 30 tímar.

##med2##

Ein rørandi og feit kensla

Fríða Hansen og Randi Olsen, sum báðar búgva í Havn, eru púra ovfarnar av góðu móttøkuni.

- Vit høvdu ongantíð væntað, at tað skuldi ganga so skjótt, so hetta er ein ræðuliga feit kensla. Týsdagurin og mikudagurin vóru nakrir klikkaðir dagar. Vit blivu við at dagføra heimasíðuna, og tað gekk so skjótt fyri seg, at vit trúðu ikki uppá, at talið veruliga kundi blíva við at veksa. Eg haldi ongantíð, eg havi gingið so fá fet, áðrenn eg hugdi á telefonina aftur, fyri at fylgja við, fortelur ein sera fegin Fríða Hansen. 

- Tað var ótrúliga rørandi. Vit fingu eina kenslu av, at vit elska øll, og alt var fantastiskt, sigur Randi Olsen.

- Ja, vit fingu bara hug til at klemma øll. Føroyingar eru so fittir og raskir at stuðla hvørjum øðrum, leggur Fríða Hansen aftrat.

- Hetta er ein váttan um, at fólk gjarna vilja hava Breyðvirkið til veruleika. At tey hava verið so góð og skjót at stuðla okkum gevur okkum vónina um, at hetta ber til, siga tær.

##med3##

Vildu satsa alt

Breyð-ævintýrið byrjaði í kaféini í Norðurlandahúsinum, sum eitur Smakka, har Randi var stjóri, og Fríða arbeiddi sum starvsfólk. Tær eksperimenteraðu nógv við vistfrøði, súrdeiggi og bakstri yvirhøvur, og spakuliga birtist ein freistandi tanki um at fara all-in og byrja egið bakarí. Tær góvust báðar nøkunlunda samstundis í kaféini, og tá tóku tær avgerðina at satsa alt upp á dreymin um bakaríið. 

Tær fingu samband við eitt bakarí í Keypmannahavn, sum tær hava vitjað í tveimum umførum fyri at fáa fleiri royndir sum yrkisbakarar. Síðani keyptu tær nakrar brúktar maskinur frá gamla bakarínum í Sørvági, sum tær hava roynt seg við seinastu mánaðirnar heima við hús. Øll teirra tíð og orka er farin til at baka, venja, smakka og lesa um breyð.

Stóra avbjóðingin hevur tó allatíð verið at funnið út av, hvussu tær skulu fíggja verkætlanina, soleiðis at tær kunnu fara undir veruligt virksemi í Breyðvirkinum. Hóast stríð og strev hava tær kortini allatíð havt eina vón, tí ferð aftan á ferð hava tær fingið positivar afturmeldingarnar, tá tær hava fortalt øðrum um súrdeiggjbakaríið. Tí var tað upplagt at royna seg á Hópfíggingarportalinum, sum tær hoyrdu um frá Hugskotinum fyri nøkrum mánaðum síðani.

- Fyrr segði mann altíð, at mann skuldi halda sítt hugskot tætt inn at kroppinum, tí annars fór onkur annar avstað við tí. Men hetta hava vit slett ikki gingið út frá. Síðsta árið hava vit gingið og tosað opið um bakaríið, tá vit hava møtt fólki, og fólk hava verið nakað so positiv og áhugað í hesum. Í dag kunnu vit næstan ikki ganga úti á gøtuni, uttan onkur, vit kenna, spyr okkum, hvussu tað gongur við verkætlanini. Hetta hevur uttan iva verið ein orsøk til, at tað hevur gingið so væl at fáa stuðul gjøgnum Hópfígging. Fólk hava onkursvegna bíðað eftir, at tey kunnu hjálpa okkum, sigur Randi Olsen.

##med4##

Dygdargott súrdeiggjbreyð

Ovurstóri stuðulin til Breyðvirkið prógvar, at Palleba og Marsanna sakna eitt størri úrval á føroysku bakarahillini. Sjálvar halda Fríða og Randi, at har er hent ov lítið í bakarívinnuni tey seinastu nógvu árini, og tær merkja tí ein tørv á einum alternativi, har til ber at fáa bakstur við súrdeiggi. 

- Vit hava ikki uppfunnið tann djúpa tallerkin, tí súrdeiggj er ikki nakað nýtt. Hetta er tað breyðið, mann altíð hevur bakað, sigur Fríða Hansen og leggur aftrat, at hetta er tað, hon altíð hevur fingið frá ommu síni í Skipanesi.

- Tað serliga við súrdeiggjbreyðinum er, at tað tekur so langa tíð at framleiða í mun til tað breyðið, man vanliga fær í handlunum í Føroyum. Tað tekur í øllum førum tvey døgn at gera, og tað gevur so nógv meira kraft og smakk í breyðið. Tað er eitt tyngri breyð, sum eisini heldur sær longri, enn vanligu breyðini, mann bakar við gerð, sigur Fríða Hansen og vísir á, at tað eisini er sunnari, tí tað millum annað ikki hevur e-nummur.

Ivaðust í upphæddini

Fíggingin til alla verkætlanina kemur til samans at fevna um væl meira enn tær 80.000 krónurnar, sum Fríða og Randi settu sum mál at savna saman á Hópfígging.fo. 

- Vit vistu ikki, hvussu nógv vit kundu vænta okkum at fáa, tí vit hava ikki sæð nakað, sum líkist Hópfíggingarportalinum, í Føroyum fyrr. Vit tordu tí ikki at seta eina ov høga upphædd á, tí um mann ikki røkkur upphæddini, mann hevur ásett, fær mann ikki eitt oyra. Tað er alt ella einki, siga tær.

- Vit tosaðu um at leggja nakrar túsund krónur til síðis, sum vit kundu spýta í til síðst, um verkætlanin ikki fekk neyðuga stuðulin, tí so kundu vit koma upp á neyðugu 100 prosentini. Men tað vísti seg so ikki at vera neyðugt, flenna tær.

##med5##

Breyðvirkið er í skrivandi stund fíggjað við eitt sindur meira enn 112.000 krónum, sum vil siga, at Breyðvirkið hevur fingið nógv meira, enn upprunaliga vónað.

- Hetta her er ein sera stór hjálp, so nú kunnu vit endiliga koma víðari, siga tær sera ovfarnar og eldhugaðar.

Breyðvirkið er fyrsta verkætlanin, sum er fíggjað á Hópfíggingarportalinum.

Vóna at lata upp til jólar

Enn er ikki heilt greitt, hvar Breyðvirkið kemur at húsast. Fríða og Randi hava leingi roynt at funnið høli, men fíggingin hevur hvørja ferð spent bein fyri teimum. Men tær eru í løtuni í samráðingum við onkran um eitt høli, og tað verður í øllum førum í Havn, tí tær vilja hava bakaríið so sentralt sum gjørligt.

- Um alt gongur, sum tað skal, so vóna vit at byrja áðrenn jól, soleiðis at vit fáa jólamánaðin við. Men tað krevur so eisini, at vit fáa eitt høli nú beinanvegin, siga tær báðar Fríða Hansen og Randi Olsen.

Her standa Fríða Hansen og Randi Olsen í køkini, har tær eru í holt við at elta