TIÐINDI     SOSIALURIN

Bøndur fara nú at selja ferðir í føroysku náttúruni

Jarðir, ið er felagið hjá bóndum og óðalsmonnum, kemur nú við við nýggjari heimasíðu, har ferðir í haga kring alt landið verða seldar

Sigert Patursson, formaður í Jarðir og bóndi á Vatnaskørðum (Mynd: Álvur Haraldsen)



– Vit fara at koma við kunning um henda nýggja pallin – eg vænti, at tað verður seinni í vikuni, sigur Sigert Patursson, stjóri í Jarðir.

Í fleiri mánaðir hava bøndur og óðalsmenn arbeitt við loysnum at bjóða fram og selja ferðir í høgum kring landið.
Stjórin vil ikki siga so nógv um innihaldið á nýggja pallinum, men hann segði soleiðis við Sosialin seinasta summar:

– Ferðavinnan er hjartaliga vælkomin, men tey, ið sita á jørðini, mugu eisini fáa sín part av inntøkunum. Og talan er ikki um smápengar, men pengar í milliardaklassanum. Ferðavinnan er ikki burðardygg, um øll inntøkan endar í Havn. Hon má skaffa inntøkur kring landið, sigur Sigert Patursson.


Alt á einum palli

Stjórin í Jarðir talar áhugamálini hjá bóndum og óðalsmonnum. Og teir vilja ikki, at tað bara eru ferðasmiðirnir – føroyskir og útlendskir – ið skulu fáa inntøku av ferðavinnuni.

– Ein stórur partur av ferðafólkunum, ið koma hendanvegin, hava goldið nógv fyri ferðir, og ein stórur partur av endamálinum er at ganga í føroysku náttúruni. Pengarnir enda í lummunum hjá ferðasmiðunum, men ikki hjá jarðareigarunum, sum hava rættin til jørðina. Tað, sum vit ynskja, er at selja allar túrar í náttúruni á einum felags palli, og tá skuldi verið óneyðugt við gjaldsportrum ymsastaðni kring landið, sigur Sigert Patursson.

Sum skilst er talan at hava skipaðar útferðir við ferðaleiðarum ella aðrar loysnir.
 

Full undirtøka fyri ætlanini

Sum sagt hevur Jarðir arbeitt við hesum í drúgva tíð, og sambært Sigert Patursson eru flestu bøndur og óðalsmenn samdir í hesi loysnini.

– Vit kunnu í hvussu er siga, at vit hava fingið fulla undirtøku fyri ætlanini. Teir allar flestu limirnir taka undir við hesum. Tað er tó kanska onkur, sum ikki tekur undir við hesum, tí teir hava hava fingið sína egnu skipan ella ynskja at gera tað á sín egna hátt, sigur Sigert Patursson.

Hann vísir á, at ætlanin er ikki at hava gjaldstøðir ymsastaðni kring landið, men at tað verður skipað gjøgnum henda felags pallin.

– Tað eru nakrar gjaldstøðir kring landið, og eg vænti ikki, at tær hvørva her og nú. Vit mugu síggja, hvussu tað verður í framtíðini, sigur Sigert Patursson.

##med2##

Finna loysnir fyri longu seldar ferðir

Fleiri ferðasmiðir hava víst á, at ferðavinnan leggur til rættis langt fram í tíðina, og tí eru nógvar ferðir nú í summar longu goldnar. 

Men Sigert Patursson heldur, at til ber at finna loysn á hesum.

– Vit hava tosað um tað, og eg haldi, at vit hava funnið eina loysn, sum ikki ávirkar ta søluna, sum er farin fram, stórvegis. Eg dugi ikki at síggja, at hendan loysnin skal oyðileggja fyri tað, ið longu er avgreitt. Men um Strandfaraskip Landsins broyta feraseðlaprísirnar, tað fáa vit ikki gjørt nakað við, sigur Sigert Patursson.

Inntøkurnar skulu ikki enda í París

Stjórin í Jarðir vísir á, at tey hava ongar ætlanir um at forða einstøkum føroyingum at fara ein túr í hagan.

– Vit hava ongantíð ynskt at steðga einstøkum føroyingum, ið fara í hagan. Tað er tann skipaða ferðavinnan, ið vit ynskja at gera nakað við. Ferðamaðurin rindar nógv fyri ferðirnar, men einki endar hjá okkum, sum umsita jørðina í Føroyum. Tað kann ikki vera meiningin, at inntøkurnar enda í París ella aðrastaðni úti í heimi og einki endar hjá okkum. Tað er farið langt av sporinum, og er als ikki burðardygt, segði Sigert Patursson við Sosialin seinasta summar.

Sigert Patursson, formaður í Jarðir og bóndi á Vatnaskørðum (Mynd: Álvur Haraldsen)