TIÐINDI     SOSIALURIN

Bøndur og óðalsmenn fara at selja tænastur til ferðafólk

- Trýstið frá ferðafólkum er blivið størri á nøkrum støðum, har mann fyrr ikki hevur sæð so nógv ferðafólk. Hetta ger, at summi, sum eiga jørð, eru eitt sindur ørkymlað, sigur Sigert Patursson, stjóri í felagnum Jarðum, sum síðan apríl hevur arbeitt við at skipa ein marknað til ferðafólk, sum bøndur og óðalsmenn kunnu fáa gagn av

Millum Skæling og Norðradal (Mynd: Pól Sundsskarð / Hiking.fo)



Í vár settu Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya nýggja smápartafelagið Jarðir á stovn. Endamálið var at menna og samskipa ferðavinnutilboð og samstundis fáa nøkur viðurskifti skipað í sambandi við skjótt vaksandi vinnuna.

Men enn er einki ítøkiligt komið burtur úr hondum frá hesum nýggja felagnum. Sigert Patursson er stjóri í Jarðum, og hann viðurkennir, at teir ikki eru komnir á mál enn.

- Tað hevur ikki gingið so skjótt, sum vit vónaðu. Tað er ringt at manerera um summarið, tí so nógv virksemi hevur verið. Men vit vóna at fáa skil uppá tað nú sum skjótast, so tað verður allarhelst einaferð seinni í heyst, sigur hann.

Eina talgilda skipan

Sigert Patursson fortelur, at teir í løtuni arbeiða við at finna eina loysn til ein marknað, har bøndur og óðalsmenn kunnu selja ymsar tænastur á, væl at merkja, um teir hava eina ætlan innan ferðavinnu.

Hetta skal vera møguligt gjøgnum eina heimasíðu, har til ber hjá ferðafólki og øðrum aktørum í ferðavinnuni at fáa greitt yvirlit yvir tey samlaðu tilboðini frá Jarðum. Tað veri seg eitt nú gongutúrar í haganum, bæði við og uttan ferðaleiðara, og annað, sum ferðafólk eru áhugað í. Hetta kunnu ferðafólkini so gjalda fyri á nýggju heimasíðuni, og uppá hendan mátan forvinna tey, ið bjóða tænasturnar út, sær eitt oyra. 

Eftirspurningurin veksur

Hóast Sigert Patursson ikki sjálvur er aktivur í ferðavinnuni sum bóndi, meinar hann, at hesin marknaðurin er alneyðugur, tí hann hevur ein varhuga av tørvinum. 

- Sum eg skilji á lagnum, so veksur eftirspurningurin, tí tað eru jú alsamt fleiri ferðafólk, sum koma til Føroya. Eg veit, at trýstið frá ferðafólkum er blivið størri á nøkrum støðum, har mann fyrr ikki hevur sæð so nógv ferðafólk. Hetta ger, at summi, sum eiga jørð, eru eitt sindur ørkymlað, sigur hann.

Gongd í haga

Seinasta árið hevur kjakið annars verið heitt um, hvørt tað skal vera frítt at ganga í haganum ella ikki. Um tað verður frítt at ganga, so ber av góðum grundum ikki til hjá bóndum og óðalsmonnum at skipa fyri hesum marknaðinum, tí so er einki at selja. 

- Um mann frá politiskari síðu lóggevur fyri, at øll skulu sleppa at ganga allastaðni, so fer mann inn á nøkur grundleggjandi rættindi, sum liggja í nøkrum lógum. Men um tað ikki verður blandað uppí politiskt, so fungerar tað eftir verandi skipan. Og tey, sum ynskja at veita eina tænastu til ferðavinnuna, kunnu gera tað við teimum rættindum, tey hava í sambandi við jørðina, sigur Sigert Patursson og leggur dent á, at hetta eru tvey ymisk kjak. 

- Kann ikki vera rætt

Sigert Patursson vísir á eitt, sum hann og hinir bøndurinir hava sagt ofta áður:

- Vit hava ongantíð havt nakra ætlan um at nokta tí einstaka føroyinginum at fara ein túr burtur í haga. Tað er meiri hin vinnuligi parturin, sigur hann.

- Í ferðavinnuni hevur mann sæð, at aktørar taka nógvar pengar frá fólki til at fara í hagan, meðan tann, sum eigur jørðina, ikki fær nakað burturúr. Tað kann ikki vera rætt, sigur Sigert Patursson og samanber við annað vinnuligt øki.

- Tað svarar til, at eg biði eitt skip koma á Havnina og sigi, at tey eru vælkomin at leggja at, tí Tórshavnar Havn er almenn ogn, men eg taki pengar fyri, at skipið skal liggja har, uttan at Tórshavnar Havn fær nakað av pengunum. Tað rokni eg ikki við, at hevði gingið so leingi.

- Fólk koma til Føroya fyri at síggja náttúruna

Felagið Jarðir sær nógvar møguleikar í ferðavinnuni, tí hetta kann blíva ein eyka inntøka hjá teimum, ið eiga jørð og vara av haga, í staðin fyri at lata øll ferðafólkini ganga frítt allastaðni.

- Tey allar flestu síggja hetta sum ein góðan møguleika aftrat tí, tey hava frammanundan, sum eitt nú seyðahald. Tá kann tað skjótt blíva soleiðis, at mann kann liva av tí. Tað er hugsandi, at tað kann skapa nøkur arbeiðspláss aftrat til onnur í økinum, sum kunnu vera eitt nú ferðaleiðarar ella hjálpa til við øðrum virksemi, sigur Sigert Patursson og vísir aftur á, hvør avleiðingin kann vera av, um øll sleppa at ganga frítt í haganum.

- So verður inntøkugrundarlagið hjá teimum í eitt nú Mykinesi, Tjørnuvík, Kalsoynni ella Fugloy, burtur. Og so fara fólk at ganga og mala allastaðni uttan at leggja nakað eftir seg. Tí er tað so sera umráðandi, at tey, sum hava jørðina har, avgera, hvør kann fara í hagan, og hvat mann tekur fyri tað, sigur hann.

- Ferðavinnan skal vera vælkomin. Hon kann koyra pengar út um alt landið í mun til aðrar vinnur, sum hava ein tendens til at savnast á fáum støðum. Vit vita, at høvuðsstaðurin verður tann stóri krummtappurin hjá ferðavinnuni við øllum gistingarstøðunum og matstovunum. Men fólk koma til Føroya fyri at síggja náttúruna. Og við hesum í huga eru absolutt møguleikar at skapa virksemi og arbeiði allastaðni í landinum, sigur Sigert Patursson.

Millum Skæling og Norðradal (Mynd: Pól Sundsskarð / Hiking.fo)