Bragdið í Suez-kanalini

- Eg skilti, at okkurt mátti gerast, tí støðan var rættiliga álvarsom. So vit settu ferðina upp og fingu nógva ferð gjøgnum kanalina. Ætlanin var at sigla inn í nýggja terminalin hjá okkum, men tað var vónleyst at koma inn norðanífrá. Einasti máti at sigla inn var sunnanífrá, tí svingið var ov knapt. Men vit máttu kortini royna, greiðir Marius í Garðastovu frá um náttina til 1. februar 2013, tá hol kom á Emmu Mærsk í Suez-kanalini

Alskurin til sjólívið kyknaði longu í Marius í Garðastovu, tá hann sum einans átta ára gamal smádrongur fiskaði sild í Skagerakk. Og í dag er sjólívið alt tað, ið hann kennir. Tað er á heimshøvunum, at hann hevur vunnið sítt dagliga breyð síðstu 29 árini, og tá hann er heima millum túrar, er tað á sjónum, at hann...