Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, sigur at ítøkiligur áhugi er í skotsku oyggjunum fyri tænastunum hjá Føroya Tele


Bretska ævintýrið hjá Føroya Tele

- Øll, sum vit tosa við, ynskja, at vit sleppa inn á marknaðin, tí tey duga at síggja, at vit kunnu veita bæði vørur og tænastur til hesi økir, ið tey mangla í dag. Veruleikin er, at sambandið í hesum økjum er út av lagi vánaligt í dag og er nógvar av skotsku oyggjunum og norðasti parturin av Skotlandi eini 5 ár aftanfyri Føroyar í menningini. Tey stóru feløgini miðsavna seg um London, Birmingham, Manchester og aðrar stórbýir, har tey síggja ein vinning, meðan lítil áhugi er fyri at menna sambandið í teimum fjarskotnu økjunum. Tað sigur Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, um ynskið hjá fyritøkuni at sleppa at veita samskifti til Hetland og Orknoyggjarnar

Síðan 1906 hevur Føroya Tele verið tann størsti veitarin av telefon, interneti og øðrum samskifti í føroyska samfelagnum. Fyrstu árini undir danska navninum Færøernes Amtskommunes Telefonvæsen og seinni undir Telefonverk Føroya Løgtings. Í 1998 bleiv almenna felagið skipað sum alment partafelag og broytti tá navn...

Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, sigur at ítøkiligur áhugi er í skotsku oyggjunum fyri tænastunum hjá Føroya Tele