TIÐINDI     SOSIALURIN

Byggja mentanarhús í Klaksvík

Í gjár var partalagsavtala und­ir­skriv­að, sum skal fremja um- og út­bygging av verandi Posthúsi í Klaks­vík til stórsligið ment­an­ar­hús.

 



Byggiharri er Grunnurin Ment­an­ar­húsið í Klaksvík, og eru sátt­málar í sama viðfangi und­ir­skrivaðir við Ósbjørn Jac­ob­sen Arkitektar, sum hava pro­jek­ter­ings­leiðsl­una.
Aðrir ráðgevar eru Spenn Sp/f – kon­struk­tiónir, PB-Consult - HVS,  LBF - EL og Steingrund Ak­u­stik Sp/f - Akustik. Sáttmálar eru eisini und­­ir­­skrivaðir við Kanj­­on, sum er høv­uðs­ar­beiðs­tak­ari og síðani við ar­beiðs­tak­ar­ar­nar innan HVS, Sp/F Vict­or á Lakjuni og inn­an EL, ið er TTS.
Kostn­aðurin er mettur til kr. 60 mill og sambært tíðarætlanini skal bygn­in­g­ur­in standa liðugur á sumri 2022. Tað fyrsta, sum hendir nú, er at flyta leið­ing­ar hjá Føroya Tele, sum liggur yvir um bygg­i­økið. Eftir tað verður bygg­i­plás­sið inn­ræt­t­að so út­grav­ing­in kann byrja fyri jól – sam­stund­is verður pro­­jekt­erað av øllum alvi.
Talan er heilt víst um eitt spenn­andi hús, sum í stóru høll­ini til leik­u­pp­set­an kann hýsa 380 fólk­um, men við borð­u­pp­still­­­ing til selskapir, kann hýsa væl meir enn 400 fólkum – eitt spenn­andi ment­an­­ar­­hús til marg­nýtslu, sum Klaksvík sann­­i­­­liga hevur brúk fyri.
Húsið fer at vera karmur um al­skins ment­­an­­ar­upplivingar í fram­tíð­ini, sam­stund­­is sum hús­ið eisini eftir ætlan kann brúk­ast til vinnu­ligtiltøk, fyri­lestr­ar, b­ý­ráðs­­fund­ir, ráðstevnir og annað. Í hús­­­i­num er eisini øki gjør, til café um­hvørvi, ið fer at virka sum eitt savnandi stað fyri virk­­sem­­ið í húsinum og býnum ann­­ars.