Eftirmetingin av virðislønum verður drúgv

Allar virðislønirnar innan mentanarøkið skulu eftirmetast, og arbeiðið er farið í gongd. Tað vísir seg at vera eitt størri arbeiði enn væntað, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sum ger greitt, at arbeiðið fer at taka eina løtu aftrat

Tá samgonguskjalið varð undirskrivað 14. september í fjør, stóð at lesa undir brotinum um mentan, at skipanin við mentanar- og listastuðli skal endurmetast. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, segði við Sosialin í oktober mánaði í fjør, at arbeiðið var so smátt farið í gongd, og at hann...