Eg angri einki

- Eg havi vant meg við, at tað eru so nógv fólk, ið fylgja við mínum lívi. Tað er so mikið vanligt, at eg hevði hildið tað verið ræðuliga løgið, um fólk góvust at fylgja við tí, ið eg fáist við. Eg eri tann eg eri og geri einki, ið man ikki átti at gjørt. Tað sigur Teitur Skoubo, sum í farna mánað gjørdist fyrsti føroyingurin í vann donsku reality-sendingina Paradise Hotel. Nú ynskir hann at liva av teimum møguleikum, ið sigurin gevur honum

23 ára gamli føroyingurin Teitur Skoubo skrivaði danska sjónvarpssøgu miðskeiðis í juli, tá hann gjørdist fyrsti útlendingurin, ið vann donsku reality-sendingina Paradise Hotel.

Tað hendi, aftaná at tað eydnaðist honum og makkaranum Anne Plejdrup at vinna finaluna. Tá hon varð avgreidd fingu tey bæði eina síðstu...