TIÐINDI     SOSIALURIN

Eg havi fyrigivið teimum

Osvald Hansen úr Hoyvík er føddur við klumpfóti. Hann varð skurðviðgjørdur, men gongulagið gjørdist ongantíð sum hjá øðrum. Hann varð illa happaður barnaárini á stovni og í fólkaskúlanum. – Eg havi fyrigivið teimum, ið gjørdu hetta móti mær, sigur Osvald Hansen. Í dag hjálpir hann øðrum, sum hava tað trupult, millum annað sum samarittur



– Eg varð happaður á ymiskan hátt. Millum annað tá ið vit runnu í barnagarðinum ella í skúlanum. Beinini hjá mær vóru ikki sum hjá øðrum, og eg megnaði ikki at renna so skjótt sum hini. Tað hendi tí ofta, at onkur av hinum bakkaðu frammanfyri mær, meðan eg royndi at renna aftaná. Tey flestu av hinum stóðu og flentu, greiðir Osvald Hansen frá.
Tann nú 27 ára gamli hoyvíkingurin er eitt sindur hugtungur, tá ið hann greiðir frá, hvat hann hevur upplivað í barnaárunum. Men hann hevur tó uppreista pannu.

– Eg havi fyrigivið teimum, ið gjørdu hetta móti mær. Tey vistu kanska ikki betri, sigur Osvald Hansen.

Føddur við klumpfóti

Tá ið Osvald Hansen kom í heimin, var hann føddur við klumpfóti. Báðir føturnir vendu meir enn 90 stig skeivt, so at teir peikaðu móti hvørjum øðrum, ístaðin sum hjá øðrum at vera javnfjarar.

Hann varð eisini føddur seks vikur ov tíðliga, og var tí í kuvøsu fyrstu tíðina.
Sum seks vikur gamal varð hann skurðviðgjørdur í Danmark. Halssinan varð longd og annað varð gjørt fyri at rætta upp á føturnar. Eftir hetta vóru nógvar venjingar og vitjan hjá fysioterapeuti.

– Eg hevði skinnarar fyri at rætta upp á føturnar. Eg gekk ikki sum onnur, og hetta løgdu onnur merki til, og so varð flent eftir mær. Eg minnist ikki so nógv til tey fyrstu barnaárini, men eg minnist, at tað varð sæð niður á meg. Eg kendi meg ikki sum hini, og tað varð tungt at uppliva, sigur Osvald Hansen.

Skurðviðgerð

Millum fyrsta og annan flokk varð Osvald Hansen skurðviðgjørdur aftur.

– Hendan skurðviðgerðin hjálpti nógv upp á gongulagið, men tað sást tó enn, at tað ikki var sum hjá øðrum. Eg skuldi framvegis gera nógvar venjingar og ganga til fysioterapeut, sigur hoyvíkingurin.

Happingin helt tó fram flestu árini í skúlanum.
Tá ið hann fór í skúla, vóru nógv av teimum somu børnunum, sum hann hevði gingið í barnagarð saman við í flokkinum.

– Tey, ið mintust meg frá barnagarðinum og hvussu eg gekk tá, hildu á at happa. Møguliga hevði støðan verið ein onnur, um eg hevði komið í ein annað flokk, har børn ikki kendu meg frá fyrr, sigur Osvald Hansen.

##med2##

Kókaði yvir
Hann upplivdi happingina á ymiskan hátt. Millum annað at dreingirnir komu við inn á vesi og flentu eftir honum, tá ið hann pissaði. Hann upplivdi tað eisini, tá ið rennast skuldi, og at hann vanliga varð valdur síðst, tá ið ítróttur ella spæl var á skránni.

– Eg fann skjótt út av , at tað nyttaði ikki hjá mær, at gera nakað við tey, ið happaðu meg. Tey vóru sterkari enn eg, so eg formáddi mær ikki nakað móti teimum. Eg varð eisini lærdur at vera fólkaligur og ikki at sláa. Onkur segði við meg, at eg skuldi geva aftur av somu skuffu, sum onnur gjørdu móti mær. Men tað dugdi eg ikki, og tað loysti seg ikki. Eg hevði tað ístaðin inni í mær sjálvum, sigur Osvald Hansen.

Men einaferð fleyt yvir.

– Vit gingu í triðja ella fjórða flokki. Vit spældu rundbólt, og eg kláraði ikki at renna so skjótt sum hini. Tað var ein, ið bakkaði hjá undan mær. Tá kókað yvir hjá mær. Eg royni at tuska eftir viðkomandi, men kláraði ikki at fáa fatur í honum. Tá er tað, at lærararnir royna at gera nakað. Vit báðir verða settir yvir av hvørjum øðrum og skuldu taka í hondina á hvørjum øðrum og siga umskylda. Óivað var nógv annað eisini sagt, men tað havi eg gloymt, sigur Osvald Hansen.

 

Vitanin um happing er størri í dag
Hann vísir á, at hóast nógvar keðiligar upplivingar á stovni og í skúla, so hevur hann eisini nógv góð minni har frá.

Hann sigur seg hava fingið góðan stuðul heimanífrá, og hann heldur eisini, at lærarar og pedagogar í ein ávísan mun gjørdu nakað fyri at steðga happingini.
– Vitanin um happing er ein onnur í dag í mun til tá. Eg rokni við, at pedagogar og lærarar royndu at gera tað besta, sum teir dugdu og vistu fyri at umgangast happing og fyri at hjálpa mær. Vit vóru nokk ein eitt sindur óróligur flokkur. Tá ið lærarin var farin út, so gingu ofta ikki meir enn tveir minuttir til lutir flugu gjøgnum flokshølið, sigur Osvald Hansen.
Hann veit eisini um, at skúlin tosaði við foreldrini hjá einum av teimum, ið happaði hann, men at tey ikki rættiliga vildu viðurkenna, at teirra barn gjørdi nakað tílíkt.

Best ikki at fáa børn
Tann nógva happingin gjørdi, at Osvald ofta stóð einsamallur í skúlagarðinum, meðan onnur spældu. Hann hugsaði eisini djúpt.

– Eg hugsaði, at eg ikki var normal. Eg hevði hoyrt tað so ofta, at eg trúði tí. Tað tyngdi meg eisini sum smádrongur, at eg hevði hoyrt, at læknin hevði sagt, at tað at verða føddur við klumpfóti er arvaligt. Eg hugsaði, at so fóru míni egnu børn kanska eisini at fáa tað sum eg – altso at vera happað. So helt eg, at tað var best, um eg ikki fekk nøkur børn, sigur Osvald Hansen.
Happingin førdi eisini til sjávmorðstankar.

– Eg hugsaði, at tað nokk var best, at eg ikki skuldi blíva serliga gamal. Eg hugsaði eisini um at gera sjálvmorð, sigur Osvald Hansen.
Tankarnir blivu tó ikki til handling.

 

Valdi Tekniska Skúla

Tá ið Osvald fór í 8. flokk, fór hann í Eysturskúlan.

– Tá vóru flokkarnir býttir av nýggjum, og tað vóru ikki so nógv av teimum, ið eg hevði gingið í flokki saman við í Hoyvíkar skúla, sum komu í sama flokk. Tá minkaði happingin, sigur Osvald Hansen.

Eftir 10. flokk valdu flestu av næmingunum at fara víðari í student. Men heilt tilvitað gjørdi Osvald eitt annað val.

– Student segði mær ikki so nógv, men høvuðsorsøkin var, at eg vildi fara eitt annað stað enn tey, sum høvdu happað meg. Tí valdi eg at fara á Tekniska Skúla í Havn, sigur hann.

Orðblindur

Meðan hann gekk á Tekniska Skúla, fekk hann eisini hjálp fyri ein annan trupulleika, sum eisini hevði fylt nógv í lívinum hjá Osvaldi.

– Tað gekk ikki so væl hjá mær at lesa. Eg hevði fingið okkurt lesiskeið í fólkaskúlanum, men tað hjálpti ikki so nógv. Men tá ið eg hevði gingið umleið hálvt ár á Tekniska skúla, segði Hjørleif Kúrberg, sum undirvísti í føroyskum, ein dag við meg “Tað er okkurt undarligt her. Tú ert ein av klókastu næmingunum, ið eg havi havt, men tú dugir ikki at skriva”. So spurdi hann, um eg nakrantíð hevði tikið eina orðblindaroynd. Tað hevði eg ikki. Tað var skjótt orðnað, og tá varð staðfest, at eg var orðblindur. Hjørleif Kúrberg segði, at so skuldi eg fáa hjálp, og tað fekk eg, sigur Osvald Hansen.
At tað gekk illa av lesa, birti eisini upp undir happingina skúlaárini.

 

TenSing – eitt stað uttan happing

Eftir tvey ár á Tekniska Skúla, fór Osvald Hansen í starv í eitt ár í TenSing arbeiðinum í KFUM í Havn.

– Eg var 14 ára gamal, tá ið eg byrjaði í TenSing. Hetta var tað fyrsta staðið, eg hevði upplivað, at eingin happing var. Har kundi eg vera júst tann, eg var, sigur Osvald Hansen.
Hann var eitt ár í hesum arbeiðinum, og hann elskaði tað.

– Hetta var eitt arbeiði fyri tey 13-19 ára gomlu. Tað var lág gátt. Vit plagdu at siga, at tað var eitt stað, fyri tey, ið ikki tímdu at fara í býin, og fyri tey, ið ikki tímdu í kirkju. Tað var einki trýst, og vit høvdu tað gott saman. Har byrjaði eg aftur at fáa sjálvsálit, sigur Osvald Hansen.

Í TenSing arbeiðinum gav tað eisini meining fyri honum at møta øðrum, ið høvdu tað trupult á eina ella annan hátt.

– Eg lurtaði nógv eftir, hvat onnur høvdu at bera uppá. Eg kendi til tørvin at hava ein at kunna tosa við og sleppa út við øllum, ið ein lá innibrendur við. So eg gjørdist ein, ið nógv komu at tosa við um allar møguligar trupulleikar, sigur hann.

Dreym um at lesa sálarfrøði

Tað var meðan hann arbeiddi í TenSing, at áhugin kom at lesa sálarfrøði.

– Nógv komu at práta við meg, og tað kveikti mín áhuga at lesa sálarfrøði. Tey komu at práta um alt møguligt. Alt frá etingarólagi, at skera seg, at hava ótta, at stríðast við sjálvsálitið og annað, sigur hann.

Eisini eftir árið í starvi hjá TenSing hava nógv ung vent sær til Osvald við tí, tey stríðast við.

– Tað eru fleiri, ið hava ringt til mín. Summi hava eisini ringt klokkan fýra um náttina. Eg hava altíð svarað og lurta eftir teimum. Eg veit, hvussu týdningarmikið tað er at hava eina at tosa við og at sleppa út við sínum kenslum, sigur Osvald Hansen.

Eftir eitt ár í starvi í TenSign, fór hoyvíkingurin á HF í Hoydølum.

– Eg fann út av, at prógvið frá Tekniska Skúla ikki vár nóg mikið fyri at sleppa at lesa sálarfrøði. Tí fór eg á HF. Tað var áhugavert at vera saman við ungfólki og møta teimum. Eg fann eisini út av, at eg dugdi til nakað, og tað gav mær íblástur og tankin var, hvat um eg kundi liva av hesum, sigur hann.


Bilførari
Síðani HF er hann tó ikki farin víðari at lesa sálarfrøði.

– Støðan er broytt síðani HF. Hevði eg kunna lisið í Føroyum, so hevði eg farið beinanvegin at lesa. Men at fara uttanlands at lesa eri eg ikki so spentur uppá. Kanska er tað eitt sindur av ótta í mær fyri tí fremmanda og ókenda. Men eg fann eisini út av, at lesturin inniber nógv annað, sum eg ikki haldi vera so spennandi, so eg veit ikki, um eg skal fara at lesa sálarfrøði, sigur Osvald Hansen.

Eftir HF hevur Osvald Hansen arbeitt á Magn við Ringvegin, á goymsluni hjá Poul Michelsen og nú arbeiðir hann sum bilførari hjá Høj bilum.

Verið á skíðferiu

Í dag kann Osvald gera alt, og hann hevur stórt sæð ikki avmarkingar av brekinum, hann varð føddur við.

– Eg kann gera so at siga alt í dag. Eg fái runnið, eg kann spæla fótbólt, og eg fái gjørt alt, sum flestu onnur kunna. Tað einasta, eg ikki kann, er at standa á einum beini í meira enn eitt sekund. Balansan er ikki so góð, sigur Osvald Hansen.

Hann hevur vunnið á øðrum avbjóðingum.

– Tað var sagt við foreldrini hjá mær, tá ið eg var lítil, meðan eg hoyrdi tað, at eg neyvan fór at kunna gera alt, sum flest onnur kundu gera. Millum annað varð sagt, at eg ikki fór at kunna standa á skíð og á rulluskoytum. Men eg hava roynt bæði. Eg havi verið á skíðferiu, og tað riggaði fínt. Eg havi eisini roynt at staði á rulluskoytum. Tað riggaði tó ikki eins væl, tí balansan er ikki so góð, sigur Osvald Hansen.

Heiðursmerki í svimjing

Osvald hevur eisini gjørt ymist annað í lívinum. Hann svam í fleiri ár og var á landsliðnum hjá tí, sum í dag verður kallað Megd. Har slapp hann við sínum breki at vísa, hvat hann dugdi til.

– Tað gav mær sera nógv at svimja barna- og ungdómsárini. Eg var við til kappingar nógvastaðni, millum annað í Danmark, Svøríki, Týsklandi og Íslandi. Eg havi ein heilan vegg heima við heiðursmerkjum, sigur Osvald Hansen.

Samarittur

Eitt av tí, sum Osvald Hansen hevur nýtt nógva tíð til seinnu árini, er arbeiðið hjá samarittunum hjá Reyða Krossi. Hann byrjaði sum aspirantur hjá samarittunum í 2011, og í 2014 gjørdist hann samarittur. Í 2019 hevur hann tikið fleiri skeið hjá samarittunum, og nú er hann “behandlari” hjá samirittunum.

– Eg havi ongantíð tímað býarlívið. Tað hevur ongantíð sagt mær nakað. Hinvegin dámar mær væl at hjálpa. Tað havi eg møguleika til gjøgnum arbeiðið hjá samarittunum, sigur Osvald Hansen.

Tað at vera samarittur fyllir nógv hjá honum, og í fleiri ár hevur hann verið óløntur samarittur til flestu av festivalunum, sum eru í Føroyum summarhálvuna, millum annað G!, Summarfestivalin, Voxbotn, Tórsfest og onnur tiltøk. Hann hevur eisini verið á Jellinge musikfestival í Danmark sum samarittur.

– Tað eru so nógv fleiri fólk á festivalinum í Jellinge, so har var arbeiði hjá okkum øðrvísi. Har stóðu fólk næstan í bíðirøð fyri at sleppa framat. Á festivalunum í Føroyum er øðrvísi. Her ganga vit eitt sindur runt á økinum og hjálpa, har tørvur er á tí. Men tað eru eisini tey, ið ringja til okkum, og so fara vit út, sigur Osvald Hansen.
Uppgávurnar hjá samarittunum eru ymiskar, tað kann vera alt frá smærri sárum, at taka sær av avdotnum fólki og at geva fyrstu hjálp. Er nakað álvarsamari, kunnu teir geva professionel boð víðari til eitt nú sjúkrabil og vakthavandi.

 

Fyrigivið teimum

Allar tær keðiligu upplivingarnar av happingini barnaárini, hava merkt lívið hjá Osvaldi. Men tað er tó ikki soleiðis, at hann ber agg til tey, ið hava happað hann.

– Eg havi upplivað nógv keðiligt, og mangan kendist tað ræðuligt. Bara tað at hoyra málið í einum av teimum, sum happaðu meg, gav mær gásarhold. Men tað er broytt. Støðan er ein heilt onnur í dag, og eg havi eisini fyrigivið teimum tað, tey hava gjørt. Eg havi ikki sæð nógv av floksfeløgunum aftur seinni í lívinum. Onkur av teimum hevur tó biðið um orsaka, at tey vóru við í happingini og ikki royndu at steðga henni, sigur Osvald Hansen.

Týðandi at fáa luft fyri kenslum

Tær lívsroyndirnar, ið Osvald hevur við sær í viðførinum, hjálpa honum at møta menniskjum.

– Mær dámar væl at tosa við menniskju. Bæði tá ið eg eri úti sum samarittur og aðrar tíðir, tá ið fólk seta seg í samband við meg, kunnu vit fáa góðar og djúpar samrøður. Eg veit, hvussu týðandi tað er hjá teimum, ið hava nógvar innibyrgdar kenslur, at seta orð á kenslurnar. Tað kann vera ræðuligt hjá einum, sum hevur nógv at bera uppá, at viðkomandi ikki kann fáa luft fyri sínum kenslum. Tí royni eg at lurta, sigur Osvald.

Hansara persónligu royndir við happing gera eisini, at hann kann seta seg inn í støðuna hjá fólki.

– Í fríkorterinum, tá ið vit gingu í skúla, stóð eg ofta fyri meg sjálvan. Tá eygleiddi eg ofta, hvat hini gjørdu og søgdu. Eg gitt ofta reaktiónirnar, og ofta hevði eg rætt. Tá ið eg møti fólki í dag, sum vilja práta við meg, merki eg ofta stemningin, um tey bera uppá okkurt. Tá er týðandi, at onkur vil lurta eftir teimum, sigur hann.

Happing – ein mentan í Føroyum
Tá ið Osvald Hansen gekk í HF, valdi hann at skriva høvuðsuppgávuna um eitt evni, ið lá honum nær, nevniliga “Happing út frá einum socialsosiologiskum sjónarhorni”. Hann prátaði tá eisini við sálarfrøðing.

– Sálarfrøðingurin segði millum annað, at happing er ein partur av mentanini í Føroyum. Vit kenna tað á ymiskan hátt, millum annað frá rukkuni umborð á einum skipi, ella at hann ella hon hoyrir til “tað slagið”, og so kann happingin halda á í fleiri ættarlið. Tað verður góðtikið, tí at soleiðis er tað bara, sigur Osvald Hansen.

Eitt annað ítøkiligt dømi um skipaða happing, hevur gingið fyri seg á Studentaskúlanum í Hoydølum.

– Fyrsta árs næmingarnir verða kallaðir smølfar. Tað verður góðtikið í skúlanum, at tað í fyrstuni verður kasta við vatnbalónum ella sproytað eftir teimum bara fyri at siga, at nú eru tit fyrsta árs næmingar. Tað kann møguliga vera ein stuttlig siðvenja, men eg haldi hetta er vamlisligt og skipað og góðtikin happing, sigur hann.

– Hví er happing ein stórur trupulleiki í Føroyum. Tað er tí, at tað ofta bara verður góðtikið. Eg læs í eini bók, at happingin er systematisk útilokan av einum persóni í einum felagsskapi, har ein er tvingaður at vera í. Um eg til dømis velji at fara upp í eitt fótbóltslið, og eg har verði happaður, so kann eg gevast við tí, og ístaðin finna ein annan felagsskap, har eg havi tað betri. Men tann møguleikan havi eg ikki í skúlanum. Har má eg vera. Eg kann ikki rýma haðani, sigur Osvald Hansen.

Happing kann steðgast

Hann er sannførdur um, at happing kann steðgast.

– Tann, ið happar, hevur onga makt. Einastu maktina, viðkomandi hevur, er tá ið hann sigur okkurt lort um onkran annan, og at tað tá eru fólk, ið taka undir við honum. Um til dømis øll, ið eru í flokkinum, avgera ikki at flenna ella vera við í happingini av einum øðrum, so verður tað ikki stuttligt at happa, og hann gevst. Um hann heldur á, og eingin tekur undir við honum, so tapir viðkomandi. Happing kann saktans steðgast. Tað ræður bara um at fáa til dømis ein skúlaflokk at skilja støðuna, sigur Osvald Hansen.

Hann fegnast um, at meira verður tosað í dag um happing á skúlum og aðrastaðni.

– Tað er gleðiligt, at ljóskastarin verður settur meira á happing í skúlunum og aðrastaðni. Um onkur ynskir tað, kann eg gott koma út á skúlar og siga frá, hvat happingin hevur gjørt við meg, sigur Osvald Hansen.