Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevur seinastu 11 mánaðirnir verið í Keypmannahavn og bíðað eftir nýggjum lungum


Eg má vera til meðan eg bíði

Tað ringasta er, at eg einki kann gera fyri at fáa tað betur, sigur 29 ára gamla Sigrun Jóhansdóttir Bisp úr Kollafirði, sum í fleiri mánaðir hevur verið á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn og bíðað eftir nýggjum lungum fyri aðru ferð. 10 desember fekk hon at vita, at tey høvdu funnu eitt match, men nakrar tímar seinni fekk hon hjartaskerandi boðini um, at lunguni ikki vóru nóg góð. Nú bíðar Sigrun aftur

Sigrun Jóhansdóttir Bisp bíðar eftir nýggjum lungum. Hon veit ikki, nær ella hvaðani tey koma. Í 11 mánaðir hava hon, maður hennara og sonur teirra búð á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, har tey hava bíðað. Hesar 11 mánaðirnar eru lunguni hjá Sigruni støðugt versnað, og nú er lungafunktiónin einans á leið...

Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevur seinastu 11 mánaðirnir verið í Keypmannahavn og bíðað eftir nýggjum lungum

Sigrun, Mortan og Jóhan Pauli Bisp á veg til jólahugna á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn

Familjan er farin ein túr út. Jóhan Pauli situr á Sigrun í koyristólinum, sum hann mangan ger, tá tey fara út