- Eg var eitt upplagt happioffur

- Hini børnini dugdu ikki at lata meg fáa frið. Eg havi altíð verið einsamallur og havi altíð gingið fyri meg sjálvan, sigur 70 ára gamli Leif Erik Niclasen, sum frá barndóminum av fekk nøkur virðir, sum hann hevur havt við sær restina av lívinum

Í durunum í ganginum stendur sjey ára gamli Leif Erik Niclasen. Hann er plússaður, og oyruni standa beint út í luftina. Lítli fitti drongurin er í knæbuksum, og sokkarnir fara heilt upp til knøini. Hann er til reiðar at fara í skúla til sín fyrsta skúladag.

- Mamma var so góð við meg, og hon helt, eg var so...

Nógvar føroyskar familjur hava fingið mat á borðið orsakað av hesum manninum seinastu 25 árini