- Ein ábyrgd vit vilja bera

- Tað kann vera, at vit fáa tveir, tríggjar ella fýra næmingar til hvønn flokk ella at tørvurin er so stórur, at man kann stovna ein fjarlestrarflokk burturav. Óansæð hvat tað verður, eru vit opin fyri tí, tí vit halda tað er ein grundleggjandi skylda hjá okkum, sum tann størsti fólkaskúlin í Føroyum, at kunna vísa á loysnir til serligar tørvir. Tað ábyrgdina vilja vit gjarna bera, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum

Tað var ein nýggj og avbjóðandi uppgáva, ið leiðslan og starvsfólkini í Skúlanum á Fløtum stóðu yvirfyri, tá tey fingu ein fyrispurning frá familjuni Sharp um møguleikan hjá dóttrini Ragnhild at fáa undirvísing gjøgnum netið.

Sum tað ber til at lesa aðrastaðni í blaðnum var talan kortini um eina uppgávu, ið...