Einasta frúa í Vestmanna

– Abbi Bárð segði, at nú var eg einasta frúa í Vestmanna. Presturin er kvinna, læknin er kvinna, skúlastjórin er kvinna og eingin sýslumaður er longur, so nú er tað bara løgmansfrúa eftir, sigur nýggja løgmansfrúan, Rakul Nielsen, og flennir

Nýggja løgmansfrúan eitur Rakul Nielsen. Havnarkonan í Vestmanna er bókhaldari, kona, mamma og “Rakul hjá Bárði”. Men nú er hon eisini løgmansfrú.

– Tað, sum kanska verður øðrvísi nú, er, at eg oftari skal við til móttøkur og tiltøk, sigur konan aftanfyri løgmann.

At hon fór at gerast løgmansfrúa, lá ikki í...