Eingin afturgongd í væntu í búskapinum

Tíðirnar eru góðar, búskapurin koyrir við fullari ferð. Eingin niðurgongd er at hóma í nærmastu framtíð, heldur Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, men kortini verður ov lítið lagt til síðis til verri tíðir

 Yvirhøvur er føroyski búskapurin rættiliga væl fyri. Nógv ferð er á búskapinum, og útlit eru í løtuni ikki fyri konjuktursveiggi hinvegin, sigur Djóni Højgaard.

– Føroyski búskapurin er í einum hákonjukturi nú, og vit hava seinasta árið sligið met fyri til dømis arbeiðsloysi. Seinasta uppgerðin vísti eitt...