TIÐINDI     SOSIALURIN

- Eingin hjá okkum býr í Jekaragøtu - ella jú tríggir

Aftaná ónøgdsemi frá rumenum um bústaðarviðurskiftini í Jekaragøtu hevur Demich broytt sína samstarvsavtalu við Firmport. Sambært stjóranum býr eingin útlendingur, sum starvast hjá Demich, í Jekearagøtu. Men vit hava funnið út av, at har búgva í roynd og veru tríggir rumenar

Tilvildarlig mynd (Mynd: Ritzau / Scanpix)



HVS-virkið Demich er ein av teimum fyritøkunum, sum samstarvar við Firmport um arbeiðsmegi úr Rumenia. Sambært stjóranum í Demich, Róa Kalsø, eru í løtuni 14 útlendingar á lønarlistanum hjá Demich. 

Men eingin teirra býr í húsunum hjá Firmport í Jekaragøtu 8 og 10, sum hesa vikuna hava fingið nógvar atfinningar fyri vánaliga standin. Tað vissar stjórin í Demich fyri, tá eg týsdagin ringi til hann og spyrji.

- Vit hýsa sjálvi 13 av teimum, og ein teirra hýsir seg sjálvur, sigur Rói Kalsø, stjóri í Demich.

Firmport syrgir nevniliga bara fyri loyvum og øllum pappírarbeiði hjá rumenunum, sum koma til Føroya at arbeiða fyri Demich.

Bústaðartilboðið hjá Firmport í Jekaragøtu er altso ikki við í samstarvinum. Men tað hevur tað verið. Firmport hevur hýst fleiri útlendingum hjá Demich í Jekaragøtu seinastu árini, inntil Demich keypti egin hús í 2017.

Teir vóru ónøgdir

Avtalan millum Demich og Firmport um bústað til útlendingar varð strikað orsakað av ónøgd frá útlendsku Demich-starvsfólkunum um bústaðin í Jekaragøtu.

- So vítt eg skilji, hava starvsfólk okkara verið ónøgd við viðurskiftini har. Tað var nokk tí, at har vóru ov nógv onnur fólk, og har var ov nógvur gangur og larmur, sigur Rói Kalsø, sum hevur tikið við stjórastarvinum í Demich aftan á allar hesar broytingarnar.

- Orsakað av ónøgdini fóru vit at kanna, um tað loysti seg at keypa eini hús, so teir kundu búgva har í staðin fyri í Jekaragøtu. Vit vilja tryggja teimum góð viðurskifti, og vit vilja hava 100% skil á øllum, vit kunnu bjóða teimum, sigur Rói Kalsø og leggur aftrat, at Demich í dag hevur tvey hús at hýsa útlendskum starvsfólkum.

Í Demich siga tey seg ikki vita akkurát, nær nakar útlendingur hjá teimum hevur búð í kømrunum hjá Firmport í Jekaragøtu 8 og 10 seinast.

##med2##

Nakrir búgva har enn

Tað ljóðar í øllum førum sum, at Demich hevur tikið frástøðu frá bústaðartilboðnum hjá Firmport í Jekaragøtu. 

Tað er tó undranarvert, at tað sama týskvøld standa tveir Demich-bilar uttan fyri illa farnu húsini í Jekaragøtu. Jú, har búgva mín sann rumenar hjá Demich, frættist frá nøkrum av rumenunum, sum búgva har. 

Húsini vóru ikki klár

At nakað starvsfólk hjá Demich býr í Jekaragøtu nú kemur óvart á stjóran, tá eg spyrji inn til hetta dagin eftir. Hann sigur, at hann líka má fara at kanna málið, tí hann kortsíðani er komin aftur úr feriu. Rói Kalsø vendir aftur løtu seinni: 

- Jú, vit hava tríggjar manns búgvandi í Jekaragøtu í løtuni, sigur hann og greiðir víðari frá orsøkini til órøttu upplýsingarnar, hann gav áðrenn.

Tað vísir seg, at rumensk starvsfólk búgva slett ikki í báðum húsunum, sum Demich eigur - men bara í øðrum. Nýggjaru húsini vórðu yvirtikin av Demich 1. juli, men tað er ikki klárt at flyta inn har enn. Har mangla ting sum møblar, sjónvarp og steintoy, og so skal ein brandstigi eisini gerast.

- Rumenarnir komu í juli mánað, og eg helt, at hatta húsið hjá okkum var klárt, og at teir búðu har nú, sigur Rói Kalsø.

Tað var ein neyðloysn

Men í gjár segði stjórin, at Demich valdi at fara frá Jekaragøtu nettupp orsakað av ónøgd um bústaðarviðurskiftini. Hví hevur Demich so valt at senda sínar manns aftur har?

- Í hasum førinum er tað tí, vit ikki hava megnað at hýst teimum. Vit høvdu eina avtalu við Firmport um, at teir kundu búgva í Jekaragøtu, um vit í ringasta føri einki annað funnu. Alternativið var at kroysta teir inn í hitt húsið, sum vit hava, men tað hildu vit ikki vera forsvarligt. Tí hava teir búð í Jekaragøtu, sigur Rói Kalsøe.

Hóast umstøðurnar í Jekaragøtu 8 og 10 ikki eru nakað at rópa hurra fyri, so meta Demich og teir tríggir rumenarnir sjálvir, at Jekaragøta er ein fín fyribilsloysn.

- Ein av teimum býr í einum kamari, og hinir báðir búgva saman, og teir hava egið vesi. Teir vita væl, at Jekaragøta er ein fyribilsloysn, og teir hava ongar trupulleikar av umstøðunum har, sigur Rói Kalsø.

Teir flyta út

Stjórin ger greitt, at fyribilsloysnin í Jekaragøtu fær ein enda sum skjótast. Hann fortelur, at fýra rumenar hjá Demich eru í Føroyum í løtuni, og hinir fóru av landinum í feriu mikumorgunin. Teir, sum eru farnir avstað, búðu í einum húsum hjá Demich í vesturbýnum.

- Antin fara vit at gera nýggju húsini klár beinanvegin, so teir kunnu flyta inn har, ella koyra vit teir sum skjótast í hini húsini hjá okkum, har tað nú er nokk av plássi, sigur Rói Kalsøe. 

 

 

Tilvildarlig mynd (Mynd: Ritzau / Scanpix)

Í hesum húsunum hjá Firmport í Jekaragøtu 8 og 10 búgva nógvir rumenar