TIÐINDI     SOSIALURIN

Eru sinnaðir halda fram við bummgjøldum

SAMFERÐSLA Tinglimir úr samgonguni halda, at verandi undirsjóvartunlar skulu vera við til at fíggja aðrar tunlar



Røddirnar í ymsum politiskum flokkum, sum hava púra avgjørdar um, at bummgjøldini í undirsjóvartunlunum skulu takast av, eru linkaðar eitt sindur.

Sum tað stendur í aðrari grein her í blaðnum, heldur nývaldi tingmaðurin fyri Sambandsflokkin, Erhard Joensen, at nú má Løgtingið taka eina yvirskipaða avgerð um, hvussu okkara samferðslukervi skal fíggjast.

Sjálvur heldur hann, at tað er at kasta torvmold í eyguni at fólki at fyrigykla teimum at tað fer at vera ókeypis, tí eftir hansara tykki slepst ikki undan, at bummgjøld verða ein partur av fíggingini.

Tá ið fíggjarlógin var til umrøðu í Løgtinginum, vóru tað fleiri politikarar í samgonguni, sum bóru á sama borðið.

Steffan Klein Poulsen, nývaldur tingmaður fyri Miðflokkin heldur, at samgongan eigur at hugsa um alternativar fíggingarhættir.

Hann heldur, at fyri at fáa tunlarnar Norður um Fjall gjørdar í hesum valskeiðnum, er tað ein gongd leið at lata Norðoyatunnilin standa fyri at gera teir og at vera við til at fíggja teir við bummgjøldunum.

Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, tekur undir við at Norðoyatunnilin skal standa fyri at gera tunlarnar Norður um Fjall og at fíggja ein part av teimum.

Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, segði, at hjá honum er tað púra sjálvsagt, at Norðoyatunnilin ger tunlarnar Norður um Fjall og at Vágatunnilin stendur fyri at fíggja tunnil frá tunnilsmunnanum í Vágoy til Sandavágs ella heilt Vatnsoyrar.  

– Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin kosta 2,3 milliardir, og av teimum eru 400 milliónir játtaðar á fíggjarlógini. Tað sigur mær so mikið, at skuldi alt verið játta á fíggjarlógini, varð hvørgin av teimum gjørdur, sigur hann.

Brandur Sandoy helt, at tann mest sjálvsagdi mátin at fíggja samferðslukervið, er at leggja alla samferðslu í eitt felag, sum kann fíggja útbyggingarnar.

 

Samhaldsfasta skipan

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, ivast í um tað ber til at leggja suðuroyartunnilin einsamallan í eitt

partafelag, tí tað er í stríð við partafelagslógina.

– Endamálið við einum partafelagi er at fáa vinning, og tað fer Suðuroyartunnilin ikki at gera, sigur hann.

Hann heldur, at vit verða noydd at taka Suðuroyartunnilin upp í eina heild.

– Skal landskassin einsamallur standa fyri allari íløguni í ein Suðuroyartunnil, verður hetta einasta íløgan hjá landinum í nógv ár fram, og tað ber ikki til, helt Aksel V. Johannesen.

– Tí má ein samhaldsføst samferðsluskipan gerast, sum eisini kann lyfta uppgávuna at gera Suðuroyartunnilin, heldur hann.

Kristina Háfoss løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at einasta loysnin er at seta samferðsluútbyggingnar í eina almenna íløguætlan og at seta pengar av til endamálið.

– Tað er einasti máti at tryggja eina skynsama útbygging, heldur hon.