TIÐINDI     SOSIALURIN

Farstøðin í Vágum skal verða minst tvífalt so stór

– Vit vænta, at einaferð í framtíðini fara ein millión ferðafólk at ferðast um flogvøllin um árið. Vit mugu hugsa langt fram í tíðina, so at ikki verður neyðugt at byggja út sætta hvørt ár, sigur Regin I. Jakobsen, nýsettur stjóri á Flogvøllinum í Vágum. Hann er farin aftur á eitt arbeiðspláss, har leiðslan ikki vildi hava hann fyri sjey árum síðani

– Vit ynskja at fáa eina heildarætlan fyri útbygging langt fram í tíðina, og tá hugsa vit tey næstu umleið 20-50 árini, sigur Regin I Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn (Mynd: Álvur Haraldsen)



– Mær dámdi væl á flogvøllinum, og nú møguleikin var, valdi eg at søkja. Eg eri ógvuliga glaður fyri at vera aftur her, sigur Regin I Jakobsen.

Nýggi stjórin er komin aftur á eitt arbeiðspláss, sum hann kennir sera væl. Frá 2008 til 2013 var hann fíggjarleiðari í Vága Floghavn, og hann var við til at leggja lunnar undir táverandi útbyggingina av flogvøllinum. Men brádliga gavst Regin I. Jakobsen í starvinum.

– Tað var ikki við mínum besta vilja, at eg fór tá, og eg ætlaði ikki at fara. Men táverandi stjórin og nevndin tóku avgerð um tað, sigur hann.

Hansara leiklutur sampakkaði ikki heilt við ætlanirnar hjá Jákup Sverra Kass, táverandi floghavnsstjóra, so hann gjørdi eina fráfaringaravtalu í september 2013.

– Mær dámdi sera væl mítt starv, og eg hevði ongar ætlanir havt um at fara júst tá. Men soleiðis bleiv tað, sigur Regin I. Jakobsen.

Landbúnaður og SSL

Seinastu seks árini hevur havnarmaðurin tikist við annað – men tó við leiðsluuppgávur. Heitt varð á hann at vera fyribilsstjóri á Strandfaraskipum Landsins í eini skiftistíð, og har var hann í nakrar mánaðir. Seinastu smáu seks árini hevur hann verið stjóri í Búnaðargrunninum

– Tað var eitt spennandi starv. Landbúnaður er áhugaverdur, og eg eri glaður fyri, at vit arbeiða við at menna økið og gerast meira sjálvveitandi. Til dømis eru vit sjálvveitandi viðvíkjandi mjólk, helvtini av tí seyðakjøti vit eta og partvís neytakjøti umframt ymiskt annað, sigur hann.

Hann kendi ikki nógv til landbúnað, áðrenn hann byrjaði í Búnaðargrunninum.

– Hetta var ein leiðsluuppgáva, og tað hevði eg royndir í. Vit vóru bara seks fólk í starvi, so tað gerst sera tætt. Tað var eisini áhugavert at seta seg inn í eitt øki, sum eg ikki kendi so nógv til frammanundan, sigur Regin I Jakobsen.

##med2##

Dreymaavbjóðing

1. desember í fjør byrjaði Regin I Jakobsen aftur á flogvøllinum. Hesaferð sum stjóri fyri tey 50-60 starvsfólkini í Vága Floghavn. Í kapping við umleið 60 umsøkjarar fekk hann starvið.

– Hetta er ein dreymaavbjóðing fyri meg. Sum stjóri standi eg við ábyrgdini bæði yvirfyri nevndini og eigaranum, sum er Føroya fólk, sigur nýggi stjórin. Men skal nakað skilagott spyrjast burturúr er neyðugt við góðum samstarvi við øll dugnaligu starvsfólkini hjá Vága Floghavn og, ikki minst, tøttum samskifti við nevnd felagsins.

Útbygging

Ein av størstu avbjóðingunum hjá Vága Floghavn er, at karmarnir aftur eru við at vera ov trongir. Nýggja farstøðin var tikin í nýtslu í 2014, men longu nú, seks ár seinni, klárar hon ikki at nøkta tørvin.

– Vit mugu byggja út aftur. Vit hava sett okkum í samband við COWI, sum er ein donsk ráðgevingarfyritøka, sum millum annað hevur arbeitt ógvuliga nógv við flogvallarútbygging. Vit ynskja at fáa eina heildarætlan fyri útbygging langt fram í tíðina, og tá hugsa vit tey næstu umleið 20-50 árini. Tað er hetta, sum arbeitt verður við í løtuni, sigur hann.

Hann vísir á, at millum annað er neyðugt at taka atlit til verandi bygningar og økið uttanum, og hvar hølir, sum standa í vegin í dag, skulu flytast.

– Ætlandi verður bygt út vestureftir. Har er gamla farstøðin, sum verður leigað út til ymiskt annað í dag. Verandi torn má møguliga eisini víkja fyri framtíðar útbyggingum. Tað er nógv tílíkt, ið atlit mugu takast til, so vit ikki byggja okkum føst, sigur hann.

Nevnda heildarætlan verður liðug um ein mánað ella so, og so skal leiðslan og nevndin arbeiða víðari við henni, millum annað við eini byggiskrá, áðrenn eitt tilmæli verður gjørt og lagt fyri eigaran, sum er Føroya Landsstýri. Tað er Jørgen Niclasen, ið varðar av Vága Floghavn.

– Vit ynskja at arbeiða í tøttum samstarvi við Landsstýrið um hetta. Enn er kortini ov tíðliga at siga nakað um, nær vit kunnu fara í gongd við eina útbygging, sigur Regin I. Jakobsen. Áðrenn komið verður so langt er sjálvandi neyðugt at hava eina rímiliga klára meting um, hvat talan verður um í peningi.

Framtíðarflogvøll til 1 millión fólk

Seinast útbygging varð gjørd á flogvøllinum, varð hetta rindað av íleggingargrunninum, sum var ein avtala í sambandi við, at føroyingar yvirtóku flogvøllin.

Tá var flogvøllurin longdur, farstøð, tænastubygningar, parkeringspláss og annað gjørt. Tað kostaði umleið 400 milliónir krónur.

– Vit vænta, at einaferð í framtíðini fara ein millión ferðafólk at ferðast um flogvøllin um árið. Vit mugu hugsa langt fram í tíðina, so at ikki verður neyðugt at byggja út sætta hvørt ár, tó ikki harvið sagt, at vit skulu byggja út til eina millión við tað fyrsta, sigur Regin I. Jakobsen.

Nær farið verður ígongd at byggja, hevur stjórin ikki eitt boð um enn.

– Eg dugi ikki at siga, nær farið verður í gongd við útbyggingina. Vit eru ein altjóða flogvøllur og mugu lúka treytirnar, sum myndugleikarnir seta. Tað er tí ein longri tilgongd, sigur stjórin.

Súkklar í Team Rynkeby

Regin I Jakobsen er giftur við Sigrun Danielsen, og tey eiga trý vaksin børn.
Hann er kendur úr ítróttarheiminum. Hann spældi hondbólt á fyrstaliðnum hjá Kyndli og var eisini á hondbóltslandsliðnum. Eisini hevur hann spælt fótbólt við HB.

Hann hevur eisini runnið nakað, men síðstu árini hevur hann gjørt nógv við eina aðra ítrótt.

– Síðstu trý árini hava konan og eg súkklað við Team Rynkeby. Tað hevur verið fantastiskt og ein sera góður háttur at koma runt Føroya land, sigur Regin I. Jakobsen.

– Vit ynskja at fáa eina heildarætlan fyri útbygging langt fram í tíðina, og tá hugsa vit tey næstu umleið 20-50 árini, sigur Regin I Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn (Mynd: Álvur Haraldsen)