TIÐINDI     SOSIALURIN

Ferðafólk eru komin í neyð 14 ferðir í ár

- Tá talið av ferðafólkum er vaksandi, er tað sjálvsagt, at títtleikin eisini veksur, sigur Edvard Bjarnason, deildarleiðari í MRCC



Talið av bjargingum hjá MRCC í sambandi við neyðstødd ferðafólk í føroysku náttúruni er vaksandi. Tað vísa tøl, sum Sosialurin hevur fingið frá MRCC. Í 2014 var bjargingartænastan tilkallað níggju ferðir, og higartil í ár hava 14 hendingar verið. Talið hevur tó ikki bara verið vaksandi, tí í 2017 vóru tað "einans" átta hendingar.

Talan er í høvuðsheitum um útlendsk ferðafólk, sum eru komin illa fyri á sjónum ella hava gingið seg í óføri í fjøllunum. Bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi hevur verið fastur fúsur í meginpartinum av hendingunum hesi árini, og hinum bjargingunum hava bjargingarbátar tikið sær av. 

Meira aktivitetur í náttúruni

Hetta er eitt úrslit av, at ferðafólkastreymurin til Føroya er blivin so stórur, leggja tey merki til hjá MRCC Tórshavn. 

- Tá talið av ferðafólkum er vaksandi, er tað sjálvsagt, at títtleikin eisini veksur, sigur Edvard Bjarnason, deildarleiðari, og vísir á, hvussu tað ber til, at talið av bjargingum er nakað vaksandi.

- Tað er meira aktivitetur allastaðni nú, enn tað var fyrr. Summi av ferðafólkunum fara út at rógva við kajakk, summi fara at klintra, og summi fara í fjøllini uttan at taka atlit til veðrið. Tað eru sovorðni ting, sum spæla inn, sigur hann.

Hann sigur, at talið av bjargingum ikki bara er vaksandi í sambandi við útlendingar, men eisini við føroyingum, ið eru komnir í neyð í føroysku náttúruni.

Fyrireika seg til ferðamannaskip

MRCC tekur ikki beinleiðis atlit til vaksandi ferðafólkavinnuna í sínum virksemi. Men nakað av eyka virksemi hevur verið umborð á ferðamannaskipum.

- Vit hava gjørt meira burtur úr, enn vit gjørdu fyrr. Vit hava eitt nú verið og vitjað nøkur ferðamannaskip, og so hava vit roynt altíð at verið tilvitaðir um, hvussu nógv fólk eru umborð, og nær og hvar tey ymsu skipini vitja í Føroyum, sigur Edvard Bjarnason.

- Tað er ein potentiellur vandi, at eitt ferðamannaskip kemur í eina neyðstøðu. Um okkurt verður galið við einum ferðamannaskipi, so verður tað so sera ógvusligt. Tað fer forbí tað, sum tann vanliga tilbúgvingin er gearað til, sigur deildarleiðarin í MRCC Tórshavn.

68 ferðir síðan 2014

Her er eitt yvirlit av, hvussu ofta bjargingartænastan hjá MRCC er tilkallað í sambandi við ferðafólk, sum eru komin illa fyri í føroyskunáttúruni seinastu árini

2014 : 9 hendingar

2015 : 10 hendingar

2016 : 13 hendingar

2017 : 8 hendingar

2018 : 14 hendingar

2019 : 14 hendingar