TIÐINDI     SOSIALURIN

- Ferðafólk fáa alt ov lítla kunning

- Tey eiga at fáa eina greiða vegleiðing um, hvar tey kunnu fara, soleiðis at tey ikki ganga seg í óføri, sigur Regin Jespersen, formaður í Landsfelagnum fyri føroysku bjargingarfeløgini

Regin Jespersen er formaður í Landsfelagnum fyri føroysku bjargingarfeløgini



Tað er ymiskt fyri hvørt ár, hvussu nógv bjargingarfeløgini hava at gera í sambandi við ferðafólk, ið koma í neyð í føroysku náttúruni.

- Í ár hava tað verið sera nógv ferðafólk í Føroyum, men vit hava havt minni at gera enn í fjør, tá tað vóru færri ferðafólk. Vit hava bara verið einar fýra ferðir eftir útlendingum í ár, sigur Regin Jespersen, formaður í Landsfelagnum fyri føroysku bjargingarfeløgini.

- Men føroyingar koma eisini illa fyri, og vit hava verið eftir føroyingum umleið sjey ferðir í ár, sigur hann.

- Tey mangla kunning

Regin Jespersen ivast ikki í, at orsøkin til, at summi ferðafólk koma í neyð í føroysku náttúruni, er manglandi kunning.

- Eg haldi, at ferðafólkini fáa alt ov lítla kunning, áðrenn tey fara út í náttúruna. Tað er tað, sum manglar, sigur hann.

- Tey eiga at fáa eina greiða vegleiðing um, hvar tey kunnu fara, og hvar tey ikki eiga at fara, soleiðis at tey ikki ganga seg í óføri, sigur Regin Jespersen.

Selfie á eggini

Regin Jespersen býr í Vágum, har nógv støð eru, sum ferðafólk vanliga vitja. Hann hoyrir her javnan um, hvussu ferðafólkini ganga í náttúruni uttan at taka tey røttu atlitini.

- Tey skulu sum oftast taka eina selfie. Og hendan selfie-myndin skal altíð vera uttast á eggjuni við flottari bakgrund. Tað er eitt sindur býtt og óumhugsað, sigur hann.

Nógva staðni er tað vandamikið at ganga einsamallur, og tí heldur Regin Jespersen, at tað í summum førum skal vera krav, at ferðafólk skulu hava ferðaleiðara við sær í hagan.

- Tað er eitt sindur keðiligt, at ferðafólk kunnu ganga frítt allastaðni, tí tað eru nógv støð, har tað er vandamikið og bratt. Stígur tú eitt fet skeivt, ja so ert tú farin útav. Men ferðafólk ganga og mala nógv slík støð, sigur hann.

Ikki nóg gott

Regin Jespersen heldur ikki, at Føroyar hava megnað at tikið nóg væl hond um tann stóra vøksturin av ferðafólkum.

- Talið av ferðafólkum er vaksið so knappliga. Serliga í ár hava tað verið nógv, og tað veksur hvørt einasta ár, men mann er ikki klárur til tað, sigur hann.

- Vit síggja, hvussu tað er í Mykinesi. Tað er ein øgilig rúgva av fólki, sum fer út har. Føroyingar, sum ætla sær har, sleppa næstan ikki við, tí tað ofta ikki er pláss í bátinum. Sum eg skilji á lagnum, eru tað útlendskar ferðaskrivstovur, ið selja ferðir til slíkar túrar í Føroyum. Men tað ger, at tað ikki verður pláss fyri føroyingunum uppá sama máta sum fyrr.

Visit Faroe Islands lurtar ikki

Visit Faroe Islands hevur gjørt ein faldara við vegleiðingum og ráðum til ferðafólk, men Regin Jespersen meinar ikki, at hetta átakið er nóg mikið.

- Eg haldi, at hasin faldarin sigur alt ov lítið. Eg havi sagt tað við tey, og eg havi eisini biðið um ein fund. Vit hava nógv góð fólk, sum kenna hvønn einasta fjallatopp, sum mann kundi tosað við og hoyrt. Men vit hava so ikki fingið nakað fundarboð, sigur hann.

Regin Jespersen heldur, at ferðafólk eiga at tekna sær eina trygging, tá tey koma til Føroya.

- Eg veit ikki, um tað er ov nógv at forlanga. Men tað haldi eg, tey áttu at gjørt, um okkurt hendir. Tyrlan fer út eftir fólki ymsastaðni, og tað kostar nógvar pengar.

- Fjallabjargararnir eru heimsins bestu

Bjargingarfeløgini eru annars væl ílatin til at bjarga fólki í føroysku náttúruni. Har eru nógvir bjarginarbátar eftirhondini, sum eru væl útgjørdir. Og so eru tað eisini fjallabjargararnir, sum Regin Jespersen hevur stóra virðing fyri.

- Fjallabjargararnir eru millum heimsins bestu. Teir eru heilt fantastiska dugnaligir og eru sera væl fyri. Av av og á eru teir í Íslandi og venja, og teir hava júst verið har. Um tað er neyðugt, rykkja teir út til dømis í brattlendi, og tað duga teir ómetaliga væl, sigur Regin Jespersen.

Spara landinum nógvar pengar

Tað eru níggju bjargingarfeløg í Føroyum undir LBF, og alt arbeiðið er sjálvboðið. Regin Jespersen heldur, at bjargingarfeløgini áttu at fingið størri játtan frá landinum, tí tað kostar nógv hjá feløgunum at fara út við báti at bjarga.

- Vit spara tryggingunum fyri einari rúgvu av pengum, bæði á sjógvi og á landi. Vit fáa ikki so nógv av peningi. Tað liggur um eina millión og eitt sindur eyka fyri at viðlíkahalda og dagføra bátarnar, sigur hann.

Hann heldur eisini, at bjargingarfeløgini eiga at fáa trygging ókeypis.

- Vit gjalda eina rúgvu í trygging fyri bátarnar hjá okkum. Sjálvur haldi eg, at vit áttu at fingið tryggingarnar til bjargingarbátarnar ókeypis, sigur Regin Jespersen.

Týdningurin av bjargingarfeløgunum

Tað er eingin ivi um, at bjargingarfeløgini hava sera stóran týdning í Føroyum, og Regin Jespersen er stoltur av hesum.

- Bjargingarfeløgini gera eitt fantastiska stórt arbeiði. Vanligvís, tá alt gongur fínt, veðrið er gott og eingir trupulleikar eru, hugsar eingin um bjargingarfeløgini. Men tá stormarnir herja og onkur liggur á sjónum, tá leggja fólk merki til bjargingarfeløgini, sigur Regin Jespersen.

Regin Jespersen er formaður í Landsfelagnum fyri føroysku bjargingarfeløgini