TIÐINDI     SOSIALURIN

Ferðavinnan verður alsamt styrkt

Økta talið á ferðandi um Vága Floghavn sæst aftur í vøkstrinum á ferðavinnuni og teimum ferðavinnutilboðum, ið vit hava at bjóða upp á í Føroyum. Talan hevur verið um eitt gott ferðavinnuár, og møguliga verður talan um besta oktober mánaða nakrantíð



Øll hagtøl eru ikki gjørd upp enn, Og Visit Faroe Islands bíðar í spenningi eftir tí, sum Hagstovan fer at fortelja. Men tann fatan, sum Visit Faroe Islands hevur frá vinnuni, er, at vøksturin av ferðandi merkist.

- Allar indikatiónir frá vinnuni týða á tað, at tað hevur verið aftur eitt gott ár, og at tað hevur verið vøkstur. Sesongin er breiðkað, og tað er øgiliga gott hjá vinnuni, tí tað merkir, at tað er hásesong longri. So hevur vinnan breiðari akslar at byggja sína úrtøku uppá.

Tað eru ikki eins nógv ferðafólk í oktober mánaði sum í juli og august, men tað merkist, at heystmánaðirnir hava fleiri ferðafólk enn áður. Guðrið Højgaard sigur, at tað, sum hon hoyrir frá vinnuni, er, at serliga oktober mánaður væntast at vera góður, og møguliga møguliga verður hann besti oktober mánaður nakrantíð.

 

Trupulleikin við hagagongu má loysast

Í mun til ferðavinnuárið í fjør er ein serlig og stór avbjóðing komin í ár. Tað er trupulleikin við hagagongu, har sjálvstøðugar gjaldsskipanir í einstøkum hagum, økjum og plássum hava stungið seg upp. Guðrið Højgaard vísir á, at tað er ikki altíð, at prísur samsvarar við uppliving hjá ferðafólkunum. Samstundis er tað hent seg, at gjaldsskipanir eru komnar, uttan at nakar visti av tí frammanundan, og hetta hevur elvt til órógv og ónøgd millum ferðafólkini.

Guðrið Højgaard hevur áður verið frammi og víst á, at trupulleikin við óskipaðum viðurskiftum kring hagagongu má takast upp á politiskum stigi. Trupulleikin er so álvarsamur, at fæst eingin loysn á honum, so verður endin, at ferðavinnan í Føroyum verður skotin í kav.

 

Vinnan verður sterkari

So hvørt sum ferðavinnan veksur, so verða ferðavinnuveitararnir í Føroyum eisini sterkari og betri til tað virksemi, sum teir reka.

- Vinnan her heima verður styrkt allatíð. Tað ger hon í og við, at hon fær fleiri kundar og sostatt verður meira professionell.

 

Við vøkstrinum kemur eisini áhugi at stovna fleiri ferðavinnufyritøkur, og Guðrið Højgaard vísir á stóra vøksturin av ferðavinnuveitarum, ið hevur verið seinastu árini.

- Um tú hyggur fimm ár aftur í tíðina, so eru komnir ótrúliga nógvir nýggir útbjóðarar á øllum frontum - upplivingum, matstøðum, gisting. Tað er hent øgiliga nógv seinastu árini.

 

Nú bæði Smyril Line og Atlantsflog saman við Lív eru í ferð við at byggja nýggj gistingarhús í Havnini, væntast, at vøksturin í ferðavinnuni heldur áfram.

- Vit fáa tvífaldaðan gistingarkapasitet í 2020. Vit hava havt ein ávísan fløskuhálstrupulleika við gistingarplássum, men ein partur av tí hevur verið tikið upp av airbnb. Alt annað líka eiga nýggju gistingarplássini at hava við sær eitt gott ár aftur komandi ár. Tað er alt, sum týðir upp á tað, í øllum førum.