TIÐINDI     SOSIALURIN

Fiskimaðurin millum sjómenn

- Tá ið eg var troyttur av at gera skúlating, stakk eg eitt blað undir armin og fór umborð á okkurt av skipunum, ið lá við bryggju í Havn. Eg havi verið 26 ára gamal tá, men longu tá var eg upptikin av Guds ríki. So eg fór av mínum eintingum ein túr á Bacalao, vitjaði umborð á skip, heilsaði upp á manningarnar og gav teimum okkurt at lesa, minnist Torleif Johannesen aftur á, ið seinastu 26 árini hevur virkað sum sjómanstrúboðari



Frá stovuvindeyganum heima við hús á Nesi fylgir Torleif Johannesen við stórum áhuga allari skipaferðsluni inn og út eftir Skálafjørðinum, norður gjøgnum Streymin og inn og úr høvuðsstaðnum, ið einans tykist at liggja eitt steinkast fyri vestan.

Tað er sum so ikki nakað óvanligt at hava áhuga fyri skipaferðsluni, tá fiskiskapur hevur stóran áhuga millum ein stóran part av føroyska fólkinum. Kortini hevur hann ein størri áhuga enn fólk flest, har hann stendur og eygleiðir tað stóra virksemið fyri sínar føtur.

Meginpartin av lívinum hevur Torleif Johannesen nevniliga havt sítt dagliga virki millum teirra, ið føra fiskin til lands. Millum teirra, ið ferð eftir ferð mugu vinka farvæl til familju og vinir fyri at fáa ríkidømið úr dýpinum í heimsins høvum til høldar.

Men hóast hann er millum teirra, er hann ikki ein teirra. Hann er fiskimaðurin millum sjómenn.

Menniskjafiskimaðurin
Sum í so nógvum øðrum føroyskum heimum fylti sjólívið rættiliga nógv í barndómsheiminum hjá Torleif Johannesen á Nesi. Pápin var sjómaður og ikki óvæntað fylgdu synirnir í fótasporinum hjá pápanum, tá yrkisleiðin bleiv vald.

Men hóast Torleif Johannesen var onkrar túrar við skipi, var tað ein annar fiskiskapur, ið so líðandi byrjaði at fylla meira í hjartanum hjá unga manninum av Nesi, tá hann eitt skifti búði í Havn í samband við lestur.

- Tá ið eg var troyttur av at gera skúlating, stakk eg eitt blað undir armin og fór umborð á okkurt av skipunum, ið lá við bryggju í Havn. Eg havi verið 26 ára gamal tá, men longu tá var eg upptikin av Guds ríki. So eg fór av mínum eintingum ein túr á Bacalao, vitjaði umborð á skip, heilsaði upp á manningarnar og gav teimum okkurt at lesa, minnist Torleif Johannesen aftur á.

Hetta frítíðarítrivi við síðuna av lestrinum vísti seg at vera byrjanin til tað, ið seinni gjørdist hansara yrkisleið. Tí í staðin fyri at gerast sjómaður sum restin av familjuni, fekk hann somu lagnu sum tann hjá fiskimonnunum Pætur og Andrias, ið fóru frá gørnunum, tá Jesus bað teir blíva menniskjufiskimenn.

Fyrstu árini í sjómansheimum í Runavík, Havn og Nexø á Bornholm, men síðan 1993 sum fulltíðar sjómanstrúboðari hjá Heimamissiónini.

350 skip um árið
Tað er ein virkin maður, ið stendur á odda fyri Sjómansmissiónini í Føroyum. Sambært hagtølum yvir vitjanir síðan Torleif Johannesen tók við sum sjómanstrúboðari, hevur hann vitjað umborð á umleið 350 skipum á hvørjum ári.

Í bókini Lívgað sjófólk í eina øld, ið bleiv givin út í fjør í samband við at Sjómansmissiónin hevur virkað í 100 ár, verður mett, at Torleif Johannesen hevur havt samband við umleið 88.000 sjómenn tey fyrstu 25 árini, ið hann var sjómanstrúboðari.

Og hóast talan er um nógv fólk og nógv skip, so hevur hann so gott sum bara góð minnir frá tænastuni.

- Eg havi verið rættiliga væl móttikin allastaðni. Tað er ikki altíð at manningin hevur so góða tíð at práta, men liggur tað fyri, so fáa vit altíð eitt lítið prát. Men eg havi tað altíð í huga, at tað eri eg, ið komi inn í teirra arbeiðsstað og heim, so um teir ikki vilja ella ikki hava stundir til eitt prát, so virði eg tað. Men eg havi aldrin uppliva, at nakar er rýmdur, tí eg havi havt eina bøn ella spurt um eg kann hava eitt orð, sigur Torleif Johannesen. 

##med2##

Áhugin ein fortreyt
26 ár er øgiliga leingi at virka sum trúboðari í fulla tíð, og væl longri enn tað nógv onnur megna í líknandi størvum. Og tað hevði heldur ikki gingið, um áhugin ikki frammanundan var so stórur fyri sjólívinum.

- Eg havi sjálvur siglt í fimm ár og havi stóran áhuga fyri skipum, sjólívi og sjófólki. Eg trúgvi tað er ein fortreyt fyri, at man kann trívist í einum slíkum arbeiði. Tað hevði verið ræðuligt, um man skuldi umborð á eitt skip, um man als ongan áhuga hevði í sjólívi. Tí trúgvi eg, at Gud hevur lagt tað soleiðis til rættis, at eg havi áhuga fyri lívinum hjá teimum, ið Hann hevur lagt mær á hjarta at virka ímillum, sigur Torleif Johannesen, og leggur afturat.

- Men umframt tann natúrliga áhugan í sjólívi, so er har ein andaligur áhugi, neyð, kærleiki og umsorgan fyri sjófólki, ið Kristus hevur lagt í meg. Tað er tað, ið er orsøkin til, at eg havi verið so mong ár í hesum verki.

Umsorgan í einum pakka
Eitt sum fyllir nógv í arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini og sjómanskvinnuringunum eru jólapakkarnir, ið verða latnir sjómonnum á jólum.

Talan er um eina tænastu, ið sá dagsins ljós í 1948 og sum einans er voksin í vavi síðan. Flest allir sjómenn fáa í dag fáa eina gávu og eina heilsan frá Sjómansmissiónini og sjómanskvinnuringunum, tá tað stundar til jólar.

- Vit vilja geva øllum sjófólkum eina gávu, men vit raðfesta tey skip og manningar, ið eru burtur á jólum. Men síðstu áratíggjundini hava øll skip yvir 100 tons fingið eina gávu á jólum, umframt at vit royna at geva teimum niður til 50 tons, sigur Torleif Johannesen.

Tað eru ikki heilt fáar gávur, ið verða latnar á jólum. Í fjør vórðu yvir 1.200 gávur latnar sjómonnum, og Torleif Johannesen væntar at neyðugt er við áleið tí sama í ár, um allir sjómenn skulu fáa eina.

Tað eru tær 40 sjómanskvinnuringarnir kring landið, ið saman við sjómanstrúboðaranum, ið eru drívmegin handan jólapakkarnar til sjómenn.

- Tað eru mest eldri kvinnur í ringunum nú, men tað hendir, at onkrar nýggjar og yngri kreftir leggjast aftrat. Men veruleikin er tann, at orkan minkar so hvørt sum miðalaldurin veksur í bólkunum kring landið, vísir Torleif Johannesen á.

Sosialt og humant
Sjómanstrúboðarin vísir á, at júst gávurnar eru nógv meira enn bara kristilig trúboðan, men snýr seg um at vísa umsorgan fyri okkara siglandi fólki.

- Vit gera eitt andaligt boðandi og kunnandi arbeiði, men við pakkunum er tað eisini eitt sosialt ella humant arbeiði. Tað er ein reint fysisk human gáva, ið botnar í Kristi kærleika. Tí er tað bæði ein andalig og tímilig gáva, sigur hann.

Sambært honum eru skipini og sjómenninir eisini sera fegnir um gávurnar, ið koma á hvørjum ári. Tað merkist serliga, tá tað nærkast jólum.

- Um tað nærkast jólum og eingin gáva er komin, plaga manningarnar at ringja fyri at vita, um ikki gávurnar koma í ár. Tað vísir, at hetta hevur týdning. Og tað hevur einki við inntøku at gera. Teir við lágari og høgari inntøku eru eins glað fyri gávurnar. Tað stóra er at uppliva, at onkur kvinna, ið eg ikki kenni, hugsar um meg og hevur givið mær eina gávu, sigur Torleif Johannesen.

Serligur dagur
Eitt annað tiltak, ið hevur serligan týdning í Sjómansmissiónini er Allahalgannadagur. Tað er Sjómansmissiónin, ið á sinni tók stig til almenna minningarhaldið í Havn, har løgmaður luttekur og leggur ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í høvuðsstaðnum vegna Føroya fólk.

- Fyrstu árini varð skipað fyri almenna minningarhaldinum á Sjómansheiminum, men tað bleiv skjótt ov trongt og tá bygningurin bleiv seldur, bjóðaði Hans Jóhannus á Brúgv okkum at koma niðan í Vinnuháskúlan. Tað riggar væl, tí har er rúmligt og skúlin liggur beint í hjartanum í maritima umhvørvinum í Føroyum, sigur Torleif Johannesen.

Fyri Torleif Johannesen er dagurin rættiliga persónligur, tí tá man hevur arbeitt millum sjómenn í 26 ár kemur man nær inn á lívið hjá mongum av teimum, ið hava mist síni kæru á sjónum.

- Minnini eru sterk hendan dagin. Eg havi kent onkrar av monnunum, ið eru farnir, og familjurnar hjá teimum. Tær kenslurnar kunnu koma framaftur, um ikki líka sterkar, Allahalgannadag. Tað er ein serligur dagur, har tað verður flaggað í hálvari stong runt alt landið. Tað er ein álvarsdagur og ein minningardagur, sigur sjómanstrúboðarin. 




Skip eru ein andaliga undantaksstøða

Hóast tað ikki er ókent, at eitt sindur av klandri kann vera millum samkomur og kirkjur her á landi, tá prátið fer inn á trúarspurningar, er støðan ein heilt onnur umborð á einum skipi.

- Skip eru ein andalig undantaksstøða, tí hetta er ikki ein samkoma ella kirkja, men eitt skip og arbeiðspláss. Tí fari eg ikki umborð og sigi, at eg umboði Heimamissiónina, brøðurnar ella onnur. Nei, eg komi umborð sum eitt Jesu vitni at hava eitt orð. Og øll sum vilja vera við ella luta eitt orð eru vælkomin til tað. Umborð eru eingin samkomumørk, sigur Torleif Johannesen.



Sjómansmissiónin
Føroyska Sjómansmissióninin varð stovnað í 1918 og er partur av arbeiðinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Sjómanstrúboðarin Torleif Johannesen er einasta starvsfólk í starvi.

Umleið 40 sjómanskvinnuringar eru knýttir at Sjómansmissiónini.

Sjómansmissiónin samstarvar eisini við sjómansheimini Hotel Klaksvík og Hotel Ørkin í Reykjavík.



Facebook givið nýtt lív til tænastuna

Seinnu árini er Sjómansmissiónin vorðin alsamt meira sjónlig á sosiala miðlinum Facebook, har Torleif Johannesen skrivar um sítt dagliga virki sum trúboðari. Á vangamyndini hjá Sjómansmissiónini ber mangan til at lesa um nýggj skip, andaktir umborð ella hvussu ein túrur hevur hilnast. Og tað hevur víst seg, at ovurhondsstórur áhugi er fyri tí, ið verður lagt út.

- Tað hevur veruliga vakt meira ans fyri arbeiðinum hjá okkum. Síðan vit komu á Facebook hevur Sjómansmissiónin aldrin verið so nógv í fokus og frammi. Tá eg leggi myndir og tekst út frá andaktum umborð, er tað viðhvørt onkur, ið spyr, um vit ikki eisini kunnu koma umborð hjá teimum, sigur Torleif Johannesen.



Eingin deyður í sínum yrki á sjónum
Tá føroyingar í dag, Allahalgannadag, savnast við minnisvarðar kring landið fyri at minnast tey, ið ikki bóru boð í bý, verður samstundis takka fyri, at eingin føroyingur doyði í sínum yrki á sjónum í ár. Tað staðfestir Fólkakirkjan, ið vanliga kunngerð listan yvir sjólátin farna árið.

- Havið gevur og tekur. Á hesum sinni takka vit fyri, at eingin føroyingur er deyður í yrki sínum á sjónum farandi allahalganna ár, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu síni.

At minnast tey, ið fóru á sjónum Allahalgannadag er ein føroysk siðvenja, ið er staðfest við eini løgtingssamtykt frá 1943, har tað verður ásett, at flaggað verður fyri sjólátnum føroyingum Allahalgannadag.

Sum vanligt verður tað almenna minningarhaldið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, og er tað Sjómansmissiónin, ið skipar fyri haldinum. Aftaná haldið fer løgmaður at leggja ein krans við minnisvarðan fyri tey sjólátnu í Viðarlundini í Tórshavn.

Umframt tað almenna minningarhaldið í høvuðsstaðnum verður eisini skipað fyri staðbundnum minningarhaldum kring landið.